20. mars 2026
Hvat so, tá røddin ikki kann tosa?
Ov nógv fólk í Føroyum missa røddina.
Ikki tí, at tey ikki hava nakað at siga – men tí tey ikki fáa nøktandi hjálp ella í summum førum als onga hjálp.
Í dag er logopediska hjálpin til vaksin uppbýtt eftir aldri. Øll gera sítt besta. Hetta merkir tó, at nógv – serliga eldri – detta niður ímillum skipanir og tilboð, hóast tørvurin er tann sami.
Hetta rakar m.a. fólk við:
• Afasi eftir blóðtøpp
• Parkinson
• Demens
• Heilaskaða
Í dag er logopediska hjálpin skipað soleiðis:
0–18 ár: Sernám veitir logopediska hjálp.
18–67 ár: Almannaverkið veitir logopediska hjálp til nøkur.
67+ ár: Borgarar hoyra til eldraøkið (kommunurnar), har ongin skipað logopedisk tænasta er.
Við øðrum orðum: ábyrgdin er býtt millum fleiri skipanir – og sjúkrahúsverkið er ikki ein gongd nevnt, sum eisini veitir tænastu á økinum.
Samskiftið er grundarlagið undir lívsgóðsku, sjálvræði og menniskjaligari virðing.
Hetta eigur at kunna samskipast nógv betur.
Ein loysn kundi verið ein samskiftisdepil, har allar hesar tænastur eru savnaðar á sama stað.
Tað hevði gjørt skipanina einfaldari: ein hurð inn – óansæð aldur ella tørv.
Samstundis hevði tað givið:
• einfaldari umsiting
• betri samskipan
• savnaða serfrøði
Tí er tað umráðandi, at vit:
• avtaka aldursmarkið fyri logopediskari hjálp
• tryggja øllum vaksnum rætt til meting og viðgerð eftir tørvi
• seta í verk eina skipaða tænastu til øll vaksin í Føroyum
Vit mugu tryggja, at eingin verður gloymdur, tí hann ella hon er blivin ov gamal ella gomul.
Hvør rødd hevur sama virði!
X við Magna Højgaard