Viðtøkur fyri Unga Samband

§ 1. Hugtak

Navn felagsins er Ungmannafelagið Samband, tó í dagligari talu Unga Samband.

§ 2. Endamál

Endamálið hjá Ungmannafelagnum Samband er at fáa sambandssinnaðan ungdóm at gerast ein virkan part av politikki Sambandsfloksins.

§ 3. Limaskapur

Ein og hvør kann gerast limur í Ungmannafelagnum Samband. Øll, ið eru ímillum ávíkavist 15 og 30 ár hava atkvøðurætt eftir at tey hava verið limir í felagnum í tvær vikur.

Limir felagsins hava møguleika at umboða Ungmannafelagið Samband í altjóða høpi.

§ 4. Aðalfundurin

Aðalfundurin er hægsti myndugleiki í øllum felagsins viðurskiftum. Ársaðalfundur verður hildin í fyrsta ársfjórðingi, og skal fráboðast minst 14 dagar frammanundan.

Á fundarskránni skulu hesi punkt vera við:

  1. Val av fundarstjóra
  2. Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári
  3. Kassameistarin greiðir frá fíggjarligu støðuni – grundað á grannskoðaðan roknskap
  4. Viðgerð av innkomnum málum
  5. Val av nevndarlimum, tiltakslimum og grannskoðara
  6. Ymiskt

§ 5. Nevndin

Seinast 3 vikur aftan á aðalfund skipar nevndin seg við formanni, næstformanni og skrivara. Nevndin setur kassameistara.

Nevndin skal góðkenna umsóknir um limaskap.

Formaðurin skipar fyri nevndarfundi minst eina ferð hvørt fjórðingsár. Regluligir nevndarfundir verða innkallaðir skrivliga. Fundarstað, -tíð- og -skrá verða tilskilað.

§ 6. Viðtøkubroytingar

Á aðalfundi og eykaaðalfundi kunnu bert uppskot, sum eru á fundarskránni- og broytingaruppskot til hesi – koma til atkvøðugreiðslu.

Viðtøkubroytingar kunnu bert fremjast um meira enn helmingurin av limum felagsins atkvøða fyri. Um ikki nóg nógvir limir eru møttir á aðalfundi, skal uppskotið leggjast fyri eykaaðalfund og krevst tá, at 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri. 

§ 7. Eykaaðalfundur

Eykaaðalfundur kann verða innkallaður av nevndini ella um minst 10 limir, skrivliga, seta fram ynskir um tað við fráboðan av fundarskrá. Seinast 14 dagar aftaná, at slík skrivlig áheitan er nevndini í hendi, skal hon boða til eykaaðalfund.

§ 8. Tíðarfreistir

Uppskot til viðgerðar á aðalfundi skulu latast formanninum 5 dagar fyri fundin. Uppskot um broytingar í viðtøkunum skulu somuleiðis latast inn 5 dagar fyri fundin.

§ 9. Atkvøðugreiðslur

Við atkvøðugreiðslu ræður reglan um reinan meirluta (ein atkvøða yvir helmingin av teimum greiddu atkvøðunum). Blankar atkvøður verða at meta sum greiddar atkvøður.

§ 10. Reglur fyri atkvøðugreiðslu

Øll nevndarval og valevnisval skulu vera eftir skrivligum uppskoti og skulu, um fleiri eru skotin upp enn veljast skulu, fara fram við skrivligari atkvøðugreiðslu.

Øll onnur skulu fara fram við skrivligari atkvøðugreiðslu, tá ein fimtapartur av teimum møttu, ið atkvøðurætt hava, ynskja tað, ella um fundarstjórin avger tað.

§ 11. Reglur um váttanir

Tey, ið sita á álitispostunum; t.e. formaður, næstformaður og skrivari eru tey, ið hava rætt til at vátta skjøl, ið hava við fígging o.a. at gera.

§ 12. Treytir fyri uppstilling

Øll, ið eru limir av Ungmannafelagnum Samband hava møguleika at gerast valevni fyri Sambandsflokkin.

Nevndin í Ungmannafelagnum Samband

Seinast broyttar á nevndarfundi 15. august 2016, 3. desember 2022