Lóg um fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing

Løgtingslóg nr. 31 frá 6. mars 2003 um fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1. Endamálið við hesi lóg er at styrkja politiska arbeiðið og politiska upplýsing við at veita fíggjarligan stuðul, sum kann verða nýttur til at reka politiskar flokkar og til politiska virksemi teirra.

§ 2. Teir flokkar, sum hava umboð á Løgtingi, fáa stuðul.

Stk. 2 Løgtingsmaður, sum er valdur uttanflokka, fær eisini stuðul.

§ 3. Stuðulin, ið verður ásettur á fíggjarlógini á hvørjum ári, verður veittur soleiðis, at

a)    30 prosent verða býtt javnt millum flokkarnar,

b)   70 prosent verða býtt millum flokkar og  uttanflokkatingmenn eftir atkvøðutali á seinasta løgtingsvali.

Stk. 2 Uttanflokkatingmaður fær stuðul eftir stk. 1, litra b. Tá verða allar atkvøður, sum hann, listin og onnur valevni á listanum fingu, taldar við í uppgerðini.

§ 4. Løgtingsmaður, sum fer úr ella verður koyrdur úr tingbólki í valskeiðinum, fær part av stuðlinum hjá flokkinum eftir § 3, stk. 1, litra b.

Stk. 2. Stuðul smb. stk. 1 verður býttur frá í sama lutfalli, sum persónliga atkvøðutal hansara er í mun til allar persónligar atkvøður, sum valevni floksins ella listans hava fingið. Stuðulin, sum flokkurin fær, minkar samsvarandi.

§ 5. Landsnevndin hjá flokki, ella uttanflokkatingmaður, fær stuðulin, smb. tó § 4.

Stk. 2. Stuðul smb. hesi lóg verður veittur eftir umsókn, ið  skal vera landsstýrismanninum í hendi í seinasta lagi 3 mánaðir eftir løgtingsval. Stuðul verður síðani veittur uttan umsókn, til løgtingsval aftur er, smb. tó § 4.

Stk. 3 Stuðul verður veittur frá 1. í mánaðinum eftir, at løgtingsval hevur verið, og til endan á tí mánaði, tá løgtingsval er.

Stk. 4. Stuðul verður broyttur eftir § 4 frá 1. í mánaðinum eftir, at landsstýrismaðurin hevur fingið umsókn um hetta.

§ 6. Stuðulin verður rindaður í eins stórum mánaðargjøldum, smb. tó § 5.

§ 7. Tann, sum fær stuðul sambært hesi lóg, skal í seinasta lagi 1. apríl á hvørjum ári senda landsstýrismanninum fráboðan um, at stuðulin í álmanakkaárinum fyri er nýttur til tey endamál, sum eru nevnd í § 1.

Stk. 2 Tann, sum fær stuðul, skal í seinasta lagi 1. apríl á hvørjum ári senda landsstýrismanninum roknskap fyri undanfarna roknskaparár, sum fevnir um alt virksemið hjá flokkinum. Skrásettur grannskoðari skal hava grannskoðað roknskapin, sum skal hava grannskoðara-átekning um, hvørt roknskapurin er í samsvari við góðan roknskaparsið.
Stk. 3. Stuðul, ið er fingin av órøttum, ella sum ikki verður nýttur til endamálið sambært § 1, verður afturgoldin.

§ 8. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur viðvíkjandi fíggjarviður-skiftum flokkanna, eftirliti við teimum, roknskapi og grannskoðan.

§ 9. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2003. Samstundis fer løgtingslóg nr. 92 frá 4. juni 1996 úr gildi.

Tórshavn, 6. mars 2003

Anfinn Kallsberg, (sign.)
løgmaður