Reglugerð fyri Starvsnevndina

Vísandi til § 7 í viðtøkunum fyri Landsfelag Sambandsfloksins fer Landsnevndin at áseta hesar reglur fyri Starvsnevndina og virki hennara - starvsskipan:

§ 1. Skipan av Starvsnevndini

Stk.1. Landsnevndin setir eina Starvsnevnd við 3 limum, harav 1 eftir uppskoti frá Lands­­nevndini fyri Ungmannafelagið Samband. Hesi 3 saman við formanni Lands­felag Sambands­floksins, næstformanni Landsfelag Sambandsfloksins og floks­skriv­aranum, viðgera og samskipa daglig mál ímillum landsnevndarfundirnar.

Stk 2. Starvstíðin hjá hesum 3 limum er eitt ár, og verða teir valdir á fyrsta lands­nevndar­fundi eftir, at Landsfundurin hevur verið. Hesir 3 starvsnevndarlimir eru altíð í uppskoti, um teir ikki hava boðað Starvsnevndini frá, at teir ikki ynskja at vera í uppskoti.

Stk. 3. Starvsnevndin kann seta arbeiðsbólkar at viðgera serstøk mál og verkætlanir - valskrá o.a. Starvsnevndin kann eisini heinta sær serkøna hjálp, men áðrenn bindandi avtalur verða gjørdar skal kostn­aður o.a. góð­kenn­ast í Landsnevndini.

Stk. 4. Starvsnevndin skipar seg sjálv við formanni.

Stk. 5. Eftir § 6 punkt 8. í viðtøkunum fyri Landsfelagið sita limirnir í Starvsnevndini í Landsnevndini.

§ 2. Uppgávur hjá Starvsnevndini

Starvsnevndin røkir eina hjálpifunktión við beinleiðis tilvísing til Landsnevndina og tekur sær av hesum høvuðs­upp­gávum:

Stk. 1. Fyrireika, viðgera og samskipa mál til støðutakan í Landsnevndini - fundarskrá, frá­greið­ingar, framløgur, tilmæli, ummæli o.a.

Stk. 2. Avgreiða mál, sum Landsnevndin tekur avgerð um.

Stk. 3. Fyrireika størri mál og verkætlanir (valskrá o.a.) og tiltøk (Landsfund o.a.) til støðutakan í Lands­nevndini.

Stk. 4. Til tess at kunna røkja hesar uppgávur fær Starvsnevndin umsitingarliga hjálp frá floks­skrivaranum.

Stk. 5. Starvsnevndin tekur ímóti uppskotum um val av formanni og øðrum álitisstørvum í Landsfelagnum og skulu hesi uppskot vera nevndini í hendi 5 dagar fyri Landsfundin.

§ 3. Nevndarfundir og uppmøting

Stk. 1. Floksskrivarin fyrireikar og innkallar til starvsnevndarfundir saman við formanninum í Starvs­nevndini.

Stk. 2. Vanligir nevndarfundir verða hildnir minst 6 ferðir um árið og annars eftir tørvi. Á sein­asta fundi í hvørjum hálvári verða fundirnir í komandi hálvári avtalaðir.

Stk. 3. Floksformaðurin, formaðurin í Starvsnevndini ella í minsta lagi tveir nevndarlimir kunnu biðja um eyka nevndarfund.

Stk. 4. Kann nevndarlimur ikki møta, verður hann, í góðari tíð áðrenn fundurin byrjar, at siga frá á skrivstovu floksins. Í fundarfrágreiðingini verður skrivað, hvørjir limir eru møttir, og hvørjir ikki eru møttir. Gevur nevndarlimur ikki avboð verður hetta viðmerkt. Eisini verður skrivað í fundar­frá­greiðingina, um limur møtir ov seint ella fer, áðrenn fundurin er liðugur.

§ 4. Fundarboð og fundarskrá

Stk 1. Starvsnevndarformaðurin boðar til fundar. Formaðurin ger fundarskránna saman við floksskrivaranum. Floksskrivarin syrgir fyri, at fundarskráin verður send nevndarlimum saman við teimum neyðugu skjølunum ella tilfarinum - so vítt gjørligt í seinasta lagi 7 dagar, áðrenn fundurin verður hildin.

Stk. 2. Floksskrivarin luttekur á øllum fundum.

Stk. 3. Kassameistarin skal altíð hava fundarboð.

Stk. 4. Mál, sum ynskjast at verða tikin á fundarskránna, verða latin formanninum í góðari tíð, áðrenn fundurin verður hildin. Verða uppskot sett fram av í minsta lagi 2 nevndarlimum í seinasta lagi 8 dagar fyri fund­in, skal formaðurin seta málið á fundar­skránna.  

Stk 5. Starvsnevndarformaðurin stýrir fundinum og tulkar reglugerðina. Um 2 limir krevja, at tulking formansins av reglugerðini verður sett undir atkvøðu, verður hetta gjørt.

Stk. 6. Málini á skránni verða viðgjørd í teirri røð, tey standa á skránni. Formaðurin kann víkja frá hesi reglu, um umstøður tala fyri hesum.  

Stk. 7. Fundarskráin skal í minsta lagi fevna um hesi mál:

   1. Góðkenning av seinastu fundarfrágreiðing
   2. Góðkenning av fundarskrá
   3. Mál til kunningar - fíggjarviðurskifti o.a.
   4. Mál til viðgerðar og støðutakan
   5. Ymiskt

Stk. 8. Starvsnevndin er viðtøkufør, tá ið allir 3 limirnir eru á fundi. Avgerðir um tær uppgávur, sum nevndar eru § 2, stk. 1 og 3 verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. 

Stk. 9. Tó hava floksskrivarin og kassameistarin ikki atkvøðurætt.

Stk. 10. Samtyktir kunnu einans gerast í málum, ið standa sum sjálvstøðug mál á tí útsendu skránni. Um neyðugt má ein nýggjur fundur avtalast og fyrireikast um onnur týðandi mál ella evni koma fram á einum fundi.

§ 5. Fundarfrágreiðing

Stk. 1. Floksskrivarin skrivar fundarfrágreiðing.

Stk. 2. Nevndarsamtyktirnar verða skrivaðar í eina fundarfrágreiðing - ein avgerðar­frágreið­ing (beslutningsreferat). 

Stk. 3. Nevndarlimirnir, sum við atkvøðu eru í minniluta, kunnu stutt fáa áskoðan sína skrivað í fundarfrá­greiðingina. Hesin kann eisini senda eitt skriv við málinum, sum grundgevur hansara sjónarmið ella støðu.  

Stk. 4. Frágreiðingin skal innihalda upplýsingar um avgerðir undir teimum einstøku málunum á skránni, og úrslitið av eini møguligari atkvøðugreiðslu, og hvussu teir einstøku limirnir hava atkvøtt. 

Stk. 5. Fundarfrágreiðing frá nevndarfundi verður send nevndarlimunum við telduposti seinast 7 dagar eftir fundin. Eru ongar viðmerkingar til fundarfrágreiðingina, tá ið 2 vikur eru farnar eftir fundin, verður hon send 2. ferð. Frágreiðingarnar verða góðkendar á næsta nevndarfundi.  

Góðkend á landsnevndarfundi tann 8. juni 2012

Kaj Leo Holm Johannesen, floksformaður

Johan Dahl, næstformaður