Fremsta uppgávan og endamálið hjá Sambandsflokkinum í politiska arbeiðinum er at skapa nøgdar borgarar.
Sambandsflokkurin heldur seg til hesi kjarnuvirði í førda politikkinum:
Fólkaræði - luttøka og ávirkan hjá tí einstaka borgaranum
Frælsi - tali- og skrivifrælsi
Javnrættindi - eitt samfelag fyri øll
Javnstøða - eins umboðan, eins løn fyri sama arbeiði
Rættartrygd - røtt og skipað viðgerð fyri allar borgarar og stórt gjøgnumskygni
Demokratisk vælferðarskipan - eitt samfelag, har øll kunnu mennast og trívast
Álit - skapa trúvirði á politisku skipanina
Trivnaður - mennandi at liva og virka í landinum, ríkt mentanarlív
Tryggleiki - góðar sosialar-, heilsuligar- og útbúgvingarligar skipanir
Samstarv – millum politikarar, millum flokkar og millum lond.
Ofta taka vit hesi politisku kjarnuvirði sum eina sjálvfylgju, men Sambandsflokkurin heldur, at tað er neyðugt alla tíðina at eftirmeta kjarnuvirðini og royna at geva teimum veruligt innihald.