02. desember 2025

Kann ein einstøk atkvøða vera orsøk til at eitt løgtingsval verður ógildað?

Kann ein einstøk atkvøða vera orsøk til at eitt løgtingsval verður ógildað?

 

Kann ein einstakur atkvøðuseðil vera avgerandi fyri, at eitt løgtingsval verður ógildað, eins og hent er við kommunuvalinum í Runavíkar kommunu? Tað spyr Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, í einum § 52a fyrispurningi til Ruth Vang, landsstýriskvinnu, sum nú umsitur vallógina. Løgtingsmaðurin spyr eisini, um tað hevði borið til í sambandi við eitt løgtingsval at havt umval á bara einum valstaði, hóast øll sum skuldu velja á tí valstaðnum kendu úrslitið av valinum í restini av landinum frammanundan?

Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Helgi Abrahamsen, at Løgmálaráðið hevur lýst umval í Runavíkar kommunu. Orsøkin er, sambært fráfarna landsstýrismanninum, at í sambandi við kommunuvalið tann 12. november 2024 varð kært um møguligt valsvik á valstaðnum í Oyndarfirði. Kært varð um ein einstakan atkvøðuseðil, sum bleiv avgerandi fyri, hvør av tveimum persónum fekk sess í býráðnum. Málið varð samstundis meldað til løgregluna, sum eftir drúgvar kanningar hevur reist ákæru móti einum persóni um valsvik.

“Hetta merkir, at orsakað av bara einum atkvøðuseðli, skulu fleiri enn 3.000 veljarar aftur á val tann 13. januar 2026,” sigur Helgi Abrahamsen.

“Til løgtingsval eru Føroyar eitt valdømi, har slakir 40.000 veljarar hava valrætt. Um ein atkvøðuseðil kann vera orsøk til umval á einum kommunuvali, er áhugavert at vita, um tað sama kann henda á einum løgtingsvali,” sigur hann. Tí hevur hann sett hendan fyrispurningurin.

Ruth Vang hevur freist til 12. desember at svara fyrispurninginum.