14. november 2025

Børnini í vesturbýnum hava betri uppiborið

Børnini í vesturbýnum hava betri uppiborið

 

Tey standa og hyggja eftir Skúlanum á Fløtum og sleppa ikki at ganga har. Tað er ikki nøktandi og kann ikki góðtakast.

Men, loysnin er sera einføld!  Tað er at seta lonir upp við Skúlan á Fløtum fyri at børnini í nærumhvørvinum sleppa at ganga í skúlanum, við hesari loysn er pláss fyri øllum í 1. klassa. Longri er søgan ikki.

Tí skal Tórshavnar Kommuna fara í arbeiðsklæðini alt fyri eitt, og seta pening av til at útvega lonir á komandi fíggjarlóg 2026,  og avgreiða málið sum skjótast.

Eg vil síggja tað landstýrisfólk, sum noktar børnunum at ganga í skúla har, tí fígging ikki er tøk frá landsins síðu -  tá Tórshavnar Kommuna hevur hølini klár til komandi skúlaársbyrjan.

Børnini skulu ikki vera kastibløkur í skúlaskipanini  millum aðalráðini og kommununa. Børnini eru okkara framtíð, og hava uppiborið betri raðfesting á fíggjarlógunum hjá landi og kommunu.

Farið til arbeiðis – eg eri klárur at viðvirka til loysn.

 

Annfinn Brekkstein, býráðslimur.