12. november 2025
Svar upp á fyrispurning nr. 52-039/2025 frá Johani Dahl, løgtingsmanni, settur landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Súsonnu Bertholdsen, viðvíkjandi fyribyrgjandi kanningum fyri tarm- og prostatakrabba hjá monnum.
Spurningarnir vóru soljóðandi:
Svar:
Til spurning 1
Seinastu 10 árini (2014-2023) hava millum 12 og 32 menn árliga fingið staðfest tjúkktarms- ella baktarmskrabba.
Kelda: Heilsustýrið
Talið fyri staðfestar tilburðir av prostatakrabba hevur ligið millum 20 og 38 árliga, í tíðarskeiðnum 2014 – 2023.
Kelda: Heilsustýrið
Til spurning 2
Í tíðarskeiðnum 2014 – 2023 eru millum 2 og 13 menn árliga deyðir av ella við tjúkktarms- ella baktarmskrabba.
Kelda: Landslæknin
Í tíðarskeiðnum 2014 – 2023 eru millum 5 og 19 deyðir av ella við prostatakrabba árliga.
Kelda: Landslæknin
Gjørt verður vart við, at í tølunum omanfyri er krabbamein antin beinleiðis orsøk ella óbeinleiðis.
Viðvíkjandi yvirlivilsi verður ofta hugt eftir, hvussu nógvir persónar eru á lívi fimm ár eftir, at sjúkan varð staðfest.
Útgreining og viðgerðir gerast alsamt betri, og tað sæst aftur í partinum av teimum, ið liva longri eftir at hava fingið staðfest krabbamein.
Niðanfyri eru myndir frá norðurlendska hagtalsgrunninum, Nordcan, sum vísa gongdina í Føroyum og Danmark fyri tarmkrabba og prostatakrabba tey seinastu umleið 30 árini. Myndirnar vísa, hvussu stórur partur av teimum, ið høvdu fingið staðfest sjúkuna, vóru á lívi fimm ár seinni. Tølini eru gjørd upp sum miðaltøl í fimm ára skeiðum. Fyrivarni verður tikið fyri, at munur kann verða á uppgerðarhátti, og at føroysku tølini eru smá, og kunnu tí sveiggja nakað frá ári til ár.
Fimm ára yvirlivilsi eftir staðfestan tarmkrabba:
Kelda: Nordcan
Fimm ára yvirlivilsi eftir staðfestan prostatakrabba:
Kelda: Nordcan
Til spurning 3
Í desember 2024 lat Sjúkrahúsverkið Heilsumálaráðnum eitt tilmæli um screening fyri tarmkrabba. Sambært tilmælinum skulu nakrar grundleggjandi fortreytir verða komnar uppá pláss, áðrenn tað farast kann undir eina varisliga byrjan. Millum annað verður mælt til, at fleiri sjúkrarøktarfrøðingar verða settir í endoskopiini (kikarakanningar), samstundis sum hesir verða upplærdir at gera koloskopiir (kikarakanning av tjúkktarminum). Í hesum sambandi verður eisini gjørt greitt, at tað er neyðugt at minka bíðilistan til endoskopi, áðrenn farast kann undir eina varisliga byrjan við tarmscreening í Føroyum.
Í samsvari við tilmælið um tarmscreening og krabbameinsætlanina, er peningur játtaður í fjør og í ár, til at byggja upp eitt trygt og gott undirstøðukervi í endoskopiini, við manning og útgerð, fyri at verða ílatin til komandi tarmscreeningar, sum millum annað fara at krevja nógv fleiri endoskopikanningar. Í fjør og í ár er peningur eisini játtaður til at minka um bíðilistan í endoskopiini.
Fyrireikingarnar til at bjóða tarmscreening eru farnar í gongd, men torført er at meta um, nær fortreytirnar eru endaliga komnar uppá pláss, men málið er at byrja varisliga í 2026 ella í seinasta lagi 2027.
Tá ið tað viðvíkur screening fyri prostatakrabba, eru ongar ítøkiligar ætlanir um at seta í verk tílíka screening í Føroyum í løtuni. Í krabbameinsætlanini var onki tilmæli um at seta í verk prostatascreening, og landsstýriskvinnan hevur heldur ikki fingið nakað tilmæli frá Krabbameinsráðnum um at seta í verk tílíka screening. Tílíkar landsfevnandi prostatascreeningar eru heldur ikki settar í verk í okkara grannalondum enn.
Tí eru ongar ítøkiligar ætlanir um at seta prostatascreening í verk í Føroyum í verandi støðu. Um tað koma altjóða faklig tilmæli, ið mæla til at seta tílíka screening í verk, verður málið sjálvandi tikið upp til støðutakan.
Heilsumálaráðið, 10. november 2025
Súsanna Bertholdsen
landsstýriskvinna