31. oktober 2025
Fyri gott og væl einum ári síðani, løgdu føroysku limirnir í Norðurlandaráðnum, Johan Dahl og Erling Eidesgaard, uppskotið um fastan sess í formansskapinum fram. Nú er samtykt, at tingsskipanin fyri Norðurlandaráðið verður broytt soleiðis, at Føroyar, Grønland og Áland fáa fastan sess í formansskapinum.
-Hetta er týdningarmikið, tí nú sita Føroyar í maskinrúminum í Norðurlandaráðnum, har avgerðirnar verða tiknar. Tað er gleðiligt, tá hart arbeiði lønar seg, sum tað nú hevur gjørt fyri Føroyar” sigur Johan Dahl.
Næsta ár hava Føroyar, saman við Danmark og Grønlandi, leiðsluna í Ráðharraráðnum.
“Fyri okkum er ovasta raðfesting at fáa broytt Helsingfors-sáttmálan. Hetta fyri at geva Føroyum fullgildigan limaskap í Norðurlandaráðnum. Ein er tíðin at dansa, og nú fyrsta málið er rokkið við føstum sessi í formansskapinum, so vantar einans limaskapur, sum eg áhaldandi fari at stríðast fyri” sigur Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin,
“Harafturat vil eg takka fyri alt tað fyrimyndarliga samstarvi og stuðulin, sum eg fyrst og fremst havi havt við mínar føroysku samstarvsfelagar, Erling Eidesgaard og Høgna Hoydal, men eisini fyri ta undirtøkuna, sum danska delegatiónin hevur víst Føroyum.”