30. oktober 2025
Svar uppá fyrispurning nr. 52-032/2025 eftir § 52a í tingskipanini um kostnaðin fyri projektering, ráðgeving, og eftirlit við H-bygninginum síðan byrjanina av verkætlanini, frá Johani Dahl, løgtingsmanni
Spurningarnir vóru:
Sambært Landsverki hevur projekteringskostnaðurin fyri verkætlanina í sambandi við H-bygningin (t.e. undantikið kjallaraverkætlanina og samanbyggingina millum H- og B-bygningin), kostað tilsamans knappar 72,8 mió. kr., og eru tølini í mió. kr. býtt á ár í talvuni niðanfyri.
Viðmerkjast skal, at tey fyrstu árini snúðu seg um fyrireikandi arbeiði. Farið varð undir at projektera H-bygningin í 2014. Fyrireikingararbeiðið og projekteringin eru skrásett á sama verkevni, og fevna tær 72,8 mió. kr. tí um bæði fyrireikingararbeiðið og projektering.
Viðvíkjandi kostnaðin av ráðgeving, hevur kostnaðurin verið áleið 48,8 mió, ið umfatar høvuðsráðgeving, logistikkráðgeving, innbúgvsráðgeving, køksráðgeving, projekteringleiðslu umframt ráðgevandi verkfrøðing í samband við kanningar av lekum og ábótum.
Kostnaðurin fyri eftirlitið, hevur Landsverk sagt frá, at útreiðslurnar til eftirlit í allari byggitíðini hava verið 8,8 mió. kr. Hendan upphædd til eftirlit, sum høvuðsráðgevingin hevur staðið fyri, er skrásett á annað verkevni, og tí ikki partur av upphæddini í svarinum til fyrsta spurningin. Sambært Landsverki er talan um eftirlit viðvíkjandi H-bygninginum sjálvum (t.e. undantikið kjallaraverkætlanina og samanbyggingina millum H- og B-bygningin).
Samlaði kostnaðurin hevur sostatt verið áleið 130 mió kr fyri projektering, ráðgeving og eftirlit við H-bygningin.
Johan Dahl, løgtingslimur