29. oktober 2025
Svar frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í uttanríkis- og vinnumálum, upp á § 52a fyrispurning nr. 52-031/2025 frá Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni, um trygdar- og verjupolitikk
Herfyri setti Bárður á Steig Nielsen §52a fyrispurning til Sirið Stenberg um trygdar- og verjupolitiska leistin hjá landsstýrinum. Nú er svar komið.
Spurningar:
Til nr. 1
Samskifti er millum danskar og føroyskar myndugleikar um formligu viðurskiftini í sambandi við, at nýggjur lofteftirlitsradari skal setast upp á Sornfelli. Partarnir hava umrøtt ítøkiligu treytirnar fyri einum leigumáli millum Landsverk og donsku verjuna, t.d. hvørjar partar av støðini á Sornfelli ætlaða leigumálið skal fevna um.
Áðrenn leiguavtala kann undirskrivast, eru viðurskifti viðvíkjandi øðrum leigumálum, ið skulu lagast til. Hetta arbeiðið er í gongd og viðvíkur í høvuðsheitum verandi leigumáli hjá Naviair.
Harumframt hevur Landsverk staðið fyri at gera neyðugar ábøtur á m.a. veg og fjallalyftu seinastu tíðina.
Avgerð er ikki tikin um keyp av nýggjum lofteftirlitsaradara enn. Tá ið slag, stødd, og aðrir smálutir eru kendir, ber til at fara undir at skipa uppsetanina ítøkiliga. Í tí sambandi kann roknast við, at tekniskir og formligir spurningar stinga seg upp.
Ætlanin er, at formligu viðurskiftini viðvíkjandi uppsetan av lofteftirlitsradara verða avgreidd í fyrsta ársfjórðingi 2026. Gongst sum ætlað, verður radarin tikin í nýtslu í 2028.
Partarnir í málinum arbeiða við støði í semjuni millum Føroyar og Danmark um fortreytirnar fyri at seta upp nýggjan lofteftirlitsradara á Sornfelli frá 8. juni 2022.
Til nr. 2
Í semjuni um verjumál frá januar 2025 vórðu góðar 50 milliónir settar av komandi árini til møguligar íløgur í at menna trygd í breiðum høpi í Føroyum. Av hesum vóru 21 milliónir settar av at nýta í 2025. Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur samskifti við danska verjumálaráðið um at flyta tøku játtanina í 2025 til 2026.
Radaraeftirlit við sjóumveldi Føroya er eitt átak, sum hevur verið umrøtt at raðfesta í sambandi við játtanina. Áðrenn farast kann víðari við hesi ætlan, skal hon umrøðast nærri – bæði við danska verjumálaráðið og við viðkomandi føroyskar myndugleikar, sum skulu reka slíkt eftirlit.
Eisini rúmar játtanin møguliga øðrum raðfestingum komandi árini.
Avgerðir viðvíkjandi játtanini í semjuni um verjumál frá januar 2025 skulu vera í samsvari við tjóðartrygdarpolitikkin.
Til nr. 3
Fyrimunirnir við at kunna knýta Føroyar upp í ein nýggjan samskiftiskaðal eru eyðsýndir. So skjótt tað gjørdist Uttanríkis- og vinnumálaráðnum greitt, at ein nýggjur samskiftiskaðal millum Danmark og Grønland í seinastu løtu varð vorðin partur av semjuni um verjumál, varð tí beinanvegin boðað frá føroyska áhuganum fyri at kanna møguleikarnar fyri eisini at knýta nýggja kaðalin upp í føroyska fjarskiftisundirstøðukervið. Tað er mín greiða fatan, at føroyskt ynski um at gerast partur av verkætlanini verður gingið á møti.
Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum og danski verjumálaráðharrin skulu umrøða kaðalætlanina nærri seinni í ár. Harumframt skal umrøðast, hvussu leggjast kann upp fyri føroyskum áhugamálum annars í sambandi við ætlanina.