Fyrispurningur um tunnilsgjaldið í Eysturoyar- og Sandoyartunlunum
Ferðslan í Eysturoyartunnilinum er vaksin nógv seinastu árini. Tað vísir, at hendan stóra samferðsluverkætlanin ikki bara hevur verið eitt stórt íløguátak, men eisini hevur givið veruligan ágóða fyri borgarar og vinnu kring landið. Tunlarnir hava stytt um frástøðuna, gjørt tað lættari at arbeiða og búgva á ymsum støðum, og hava styrkt bæði arbeiðsmarknaða og trivna.
Men hóast vit øll síggja týdningin, so er tað kortini prísurin fyri at koyra, ið ger, at nógv fólk dagliga mugu rokna eftir, um teirra ferðing skal kosta so nógv.
Tað er her, at vit eiga at steðga á og spyrja: Er prísurin í dag tann rætti, ella skuldu vit hugt eftir eini lækking?
Altjóða kanningar vísa, at prísurin hevur beinleiðis ávirkan á ferðsluna. Tá gjaldið hækkar, minkar ferðslan. Tá gjaldið lækkar, veksur ferðslan. Hetta merkir, at hóast kostnaðurin fyri bilførarar verður lækkaður, so kann inntøkan hjá Tunnilsfelagnum framvegis vera áleið tann sama – tí fleiri velja at koyra ígjøgnum tunnilin.
Metingar vísa eisini, at landskassin í 2025 kanska als ikki verður noyddur at gjalda nakað í veðhaldi. Tað vil siga, at um ferðslan heldur fram at vaksa sum nú, so stendur Tunnilsfelagið fíggjarliga sterkt.
Og tað reisir sjálvsagt spurningin: Um felagið fær avlop, eigur prísurin tá ikki at lækka?
Tí havi eg sett løgmanni nakrar greiðar spurningar:
• Hvussu stóran part av landskassaveðhaldinum í 2025 verður neyðugt hjá Tunnilsfelagnum at brúka?
• Tá felagið hevur avlop, verður kostnaðurin tá settur niður, og hvussu nógv sær løgmaður fyri sær, at prísurin skal lækka?
• Hvussu metir løgmaður, at ein slík príslækking hevði ávirkað inntøkurnar hjá Tunnilsfelagnum?
Hetta eru ikki bara tekniskir fíggjarligir spurningar. Hetta snýr seg um, hvussu vit brúka okkara felags infrastruktur og hvussu vit tryggja, at hesar stóru íløgur koma øllum føroyingum til størstan frama.
Eg eri sannførdur um, at tíðin nú er komin at endurskoða tunnilsgjaldið – bæði av fíggjarligum og samfelagsligum orsøkum. Vit kunnu fáa somu inntøku, størri ferðslu, og samstundis gera tað lættari og bíligari hjá øllum at brúka hesar týdningarmiklu tunlar.
Jaspur Langgaard
Løgtingsmaður
Svar til fyrispurningin, sum Jaspur Langgaard setti Aksel V. Johannesen um tunnilsgjaldið í Eysturoyar- og Sandoyartunlunum
Spurningar:
- Hvussu stóran part av landskassaveðhaldinum í 2025 verður neyðugt hjá Tunnilsfelagnum at brúka?
- Lækkar tunnilsgjaldið, tá felagið hevur avlop, og hvussu nógv sær løgmaður fyri sær, at gjaldið lækkar?
- Hvussu metir løgmaður, at ein slík príslækking hevði ávirkað inntøkurnar hjá Tunnilsfelagnum?
Svar til spurning 1
Í løgtingsfíggjarlógini fyri 2025 eru játtaðar 12 mió. kr. til ferðsluveðhald til P/F Eystur- og
Sandoyartunlar. Av játtanini á 12 mió. kr. brúkar tunnilsfelagið 3,44 mió. kr. í 2025.
Ferðsluveðhaldið verður gjørt upp fyri eitt hálvt ár í senn, og útgoldið fyrst í hálvárinum eftir. Øll útreiðslan av ferðsluveðhaldinum í 2025 kemur frá fyrru hálvársuppgerðini, sum varð roknað út frá inntøkum og útreiðslum hjá tunnilsfelagnum í seinna hálvári í 2024. Uppgerð av inntøkum og útreiðslum fyrra hálvár í 2025 vísir, at raksturin av P/F Eystur- og Sandoyartunlar hevur verið í javnvág í 2025.
Í 2022 vórðu brúkaragjøldini tillagað við størri avsláttri fyri tey, sum koyra ofta, og landskassin átók sær at rinda tunnilsfelagnum ein ferðslustuðul upp á 7 mió. kr. árliga.
Í sambandi við uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2026 er mett, at tørvur ikki longur er á ferðslustuðlinum úr landskassanum til P/F Eystur- og Sandoyartunlar fyri at hava tey brúkaragjøld og tann avsláttur, sum nú eru galdandi. Fyri at vera varin er tó 1 mió. kr. sett av til veðhaldsútreiðslur, tí enn er ikki endaliga staðfest, at raksturin er í javnvág uttan ferðslustuðul.
Til spurning 2
P/F Eystur- og Sandoyartunnil fer væntandi at hava javnvág í rakstrinum í 2026, og við tíðini verður tað væntandi møguligt at lækka brúkaragjaldið.
Partabrøv felagsins eru ogn landsins, og brúkaragjøldini skulu ikki vera hægri enn neyðugt til rakstur og viðlíkahald, umframt at gjalda niður skuld sambært lánsavtaluni. Tá ið felagið hevur
staðfest eitt avlop, ætli eg, at hetta verður brúkt til at rinda fyri lækking av brúkaragjøldunum. Tí er ætlanin hjá mær, at brúkaragjøldini lækka, tá felagið hevur avlop. Um verandi ferðsluvøkstur heldur fram er sannlíkt, at fyrsta príslækkingin kann koma í 2027 ella 2028. Tað kann eisini vera skilagott, at felagið hevur eina ávísa konsolidering til óvæntaðar útreiðslur, sum kunnu koma, og at standa
ímóti við, um inntøkurnar minka eina tíð.
Til spurning 3
Í øllum undirsjóvartunlunum hevur landskassin fíggjað ein part av íløguni, meðan brúkaragjøldini
hava fíggjað raksturin og ein part av íløguni. Tá ráð hava verið til tað, hava tunnilsfeløgini lækkað
brúkaragjøldini.
Sum spyrjarin vísir á, vísa royndir og kanningar at brúkaragjøld ávirka ferðsluna. Vit hava eisini
sæð í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, at støddin á brúkaragjøldunum hevur ávirkað
ferðslumongdina. Tá brúkaragjøldini lækka, økist ferðslan. Hetta merkir eisini, at ein partur av
inntøkumissinum frá lægri gjøldum kemur inn aftur orsakað av øktari ferðslu.
Verandi prísskipan fyri Eysturoyar- og Sandoyartunlar hevur avsláttur til tey, sum koyra ofta. Fyrstu 10 túrarnir millum Eysturoy og Streymoy ella í Sandoyartunlinum kosta 75 kr. fyri ein vanligan bil, túrar nummar 11 – 20 kosta 65 kr., túrar nummar 21 – 30 kosta 40 kr., túrar 31 – 40 kosta 30 kr., og túrarnir eftir tað eru ókeypis. Tað gevur øktar inntøkur, um onkur, sum koyrir sjáldan og altíð rindar 75 kr., fer at koyra meira, eftir at brúkaragjøldini lækka, men hinvegin gevur tað onga meirinntøku, um onkur, sum longu koyrir í minsta lagi 40 túrar um mánaðin fer at koyra meira, eftir at brúkaragjøldini lækka.
Tað er tí ikki lætt at meta um, hvussu nógv inntøkurnar minka, um brúkaragjøldini lækka. Hetta er orsøk til at vera varin. Ein avbjóðing er eisini, at tá raksturin av P/F Eystur- og Sandoyartunlar gevur hall, er tað skattgjaldarin sum rindar, um brúkaragjøldini verða lækkað. Tí haldi eg, at rættast er at bíða til raksturin av P/F Eystur- og Sandoyartunlum er í javnvág og gevur avlop.
Um úrslitið hjá felagnum verður betri enn væntað, skal tað sjálvsagt koma brúkarunum til góðar.