22. august 2025
Føroyska vælferðarskipanin er ein av grundarsteinunum undir okkara samfelag. Talan er um eina demokratiska vælferðarskipan, sum gevur øllum tryggleika, hjálp og javnbjóðis møguleikar, uttan mun til inntøku, hvar tú býrt í landinum o.a. Vit skulu ikki gjalda beinleiðis fyri ta hjálpina, sum vit fáa, tá vit tørva hana. Men fortreytirnar at virka eftir eru broyttar:
Tí mugu vit politiskt hugsavna okkum um - og ikki minst semjast um - at tryggja vælferðina frameftir. Ikki bara við sparingum og tálman av útreiðslunum, sum aloftast raka tey veikastu, men við at brúka okkara tilfeingi betur.
Vit verða noydd at raðfesta, effektivisera og hugsa nýtt - annars verða tað okkara eftirkomarar og abba/ommubørn, ið koma at taka stóru tøkini og gjalda rokningina.
Talgilding sum rakstrarlig loysn
Eitt av mest uppløgdu átøkunum er at gera almennar tænastur meira talgildar. Vit hava longu Vangan, men hann er ikki nóg útbygdur. Við at menna hann til veruliga at gerast ein talgildur inngongd-pallur fyri borgaran, kunnu vit spara bæði tíð og pengar og veita betri tænastur. Tænastur sum stuðul, skattaviðurskifti og heilsudátur kunnu gerast munandi meira atkomuligar, og starvsfólk kunnu ístaðin brúkast, har tørvurin er størstur.
Danmark t.d., hevur ment borgaraskipanir, sum borger.dk, har alt frá skattaviðurskiftum til heilsu og barnapengar eru savnað í einum brúkaravinarligum palli. Tað hevur ført til skjótari málsviðgerð, minni dupultarbeiði og stórar rakstrarsparingar. Talgildingin má gjøgnumførast skjótari, og eg tosi ikki um at kopiera kritikkleyst, men um at hyggja eftir, hvat onnur lond gera, læra og laga skipanirnar til okkara stødd og samfelag.
Samanlegging og samstarv
Samanlegging av stovnum, kommunusamanlegging og betri samstarv millum kommunur er eisini eitt týðandi stig. Í dag eru nógvir stovnar og umsitingareindir, sum loysa líknandi uppgávur, og tað førir til dupultarbeiði, ógreiða ábyrgd og dýrari rakstur. Færri, men sterkari fakligar eindir, kunnu veita eina betri tænastu og fakliga orkan brúkast rættari.
Dømi um stovnar og eindir, sum loysa líknandi ella samanfallandi uppgávur:
- Ymsar deildir í heilsuverkinum, sum hvør sær umsita samskiftandi sjúkraviðgerð og fyribyrgjandi røkt
- Kommunal-tekniskar deildir, sum hvør fyri sær umsita vegir, ljós, spillvatn og býarfríðkan, hóast talan er um sama fakøki
- Stovnar og eindir innan umsiting av stuðli og almennari fíggjarligari hjálp
- Ráðgevingarstovnar og grannskoðanarstovnar, ið arbeiða við somu málsøkjum, men uttan samstarv
- Eldraøkið, har hvør kommuna umsitur egna skipan, hóast somu reglur og tørvir eru galdandi
Við at savna hesi arbeiði, ella í minsta lagi styrkja samstarvið og deila førleikar, kunnu vit fáa betri nýtslu av tilfeinginum og veita javnari og skjótari tænastur til borgaran.
Felags innkeyp - meira fyri pengarnar
Felags innkeyp er uppløgd loysn, har sparimøguleikar er at heinta. Tá stovnar og kommunur keypa í felag, kunnu tær fáa betri prísir og treytir. Tað er ikki neyðugt, at hvør einstakur setur seg niður og keypir hvør sær, tá somu vørur og tænastur aftur og aftur verða brúktar í almennum høpi.
Eg kann eisini her vísa til t.d. Danmark, sum hevur savnað síni innkeyp í eina felags SKI-skipan (Statens og Kommunernes Indkøbsservice), og úrslitið er munandi betri treytir og gjøgnumskygni. Her er talan um einfalda loysn, sum væl kann lagast til føroyska stødd.
Loft á vøksturin í almennu umsitingini
Eisini mugu vit tora at seta mørk fyri, hvussu nógv nýggj starvsfólk verða sett. Vit kunnu ikki lata almennu umsitingina vaksa ótarnað, alt meðan tørvurin á røkt, útbúgving og viðgerð bara veksur. Við einum skynsamt skipaðum haldførum rakstri, har vit t.d. seta “1 fyri 2”-reglu í verk, kunnu vit raðfesta kjarnutænastur og varðveita javnvágina.
Í Danmark hava árlig effektiviseringskrøv verið galdandi fyri stovnar, sum skulu betra raksturin við einum ávísum prosentparti á hvørjum ári. Hetta hevur ført til, at pengar eru fluttir frá umsiting og yvir til tænastur. Sama eigur at bera til í Føroyum, um vilji er til tess.
Ábyrgd og úrslit í almenna geiranum
At enda eigur størri ábyrgd og úrslitakrøv at verða sett í verk í almenna geiranum. Stovnar, sum fáa sjálvræði at virka, mugu eisini vísa á úrslit. Tað skapar gjøgnumskygni, álít og betri nýtslu av okkara felags tilfeingi.
Fyri árum síðani høvdu stovnar avriksstýring og hvørt ár vórðu avriksavtalur gjørdar, hetta skuldi ongantíð verið avtikið, tí mann hevði møguleika at máta úrslit útfrá settum málum.
Vit mugu hava eina úrslitagrundaða mál- og rammustýring fyri stovnar o.a. Tá vit seta greið mál og eftirmeta tey regluliga, kunnu stovnar eisini verða betri í rakstri og tænastu.
Heilsuverkið sum dømi - hvat kundu vit samansjóða?
Eitt dømi, har skipanir kundu verði betur samansjóðaðar, er heilsuøkið:
- Heilsutrygd umsitur almennu heilsutrygdina, stuðul, ferðastuðul, viðgerð uttanlands- og heilivágstilskot
- Apoteksverkið umsitur framleiðslu og útflýggjan av heilivági, men so vitt eg veit, uttan beinleiðis integratión við stuðulsskipanina hjá Heilsutrygd
- Kommunur umsita heilsu- og eldratænastur, men samskiftið við aðrar stovnar er ikki altíð samansjóðað
Hesar eindir hava hvør sín stovnsmyndugleika, sína egnu KT-skipan og sínar egnu mannagongdir. Kunnu vit ikki heldur menna felags talgildar pallar og greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti, so borgarin harvið kundi fingið eina betri og meira samanhangandi tænastu – og úrslitið vil verða, at samfelagið sparir bæði tíð og pening.
Onnur dømi eru ivaleyst, sum kundu verði umrødd eisini.
Løtan er nú
Trøini vaksa ikki inn í himmalin - vit hava ikki ráð at brúka avmarkaðu pengarnar skeivt.
Vælferðin skal ikki skerjast, men hon má endurskoðast og styrkjast, so henda er haldfør og virkar í verki eisini fyri komandi ættalið. Tað krevur nýskipanir, dirvi og samstarv millum politikkarar, stovnar, kommunur o.o.
Vit mugu tora at spyrja: Brúka vit orku og pengar, har tørvurin er størstur? Um ikki, so eiga vit at broyta kósina - fyri vælferðina, fyri samfelagið og fyri framtíðina.
Støðan er í veruleikanum so mikið álvarslig hjá landskassanum og kommunukassunum longu nú, at uttan mun til broyttar raðfestingar, so skulu eisini gerast umleggingar og nýskipanir í rakstrinum og útvegast fleiri inntøkur o.a.. Hetta politiska arbeiðið skulu vit gera, áðrenn ein kreppa hevur rakt okkum og vit tá noyðast at liggja á knøunum at finna loysnir - tá verður vælferðin fyri afturstigi, tí vit ikki handlaðu í góðari tíð.
Johan Dahl
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin