19. august 2025
Eitt er, at vit velja at yvirtaka útlendingaøkið og tann partin, sum hevur við arbeiðs- og uppihaldsloyvir at gera, men so má tað eisini verða ein sjálvfylgja, at neyðugu ressourcirnar við fólki at viðgera og avgreiða hesi málini fylgja við, annars er onki vunnið og mann ger størri skaða enn gagn.
Støðan er álvarslig og kann fáa óhepnar fylgjur fyri vinnulívið.
Alt ov long bíðitíð - hava bíðað upp til sjey mánaðir
Í Vinnuhúsinum hava tey somuleiðis fingið at vita frá fyritøkum, at tað ikki er óvanligt, at umsøkjarar hava bíðað upp til sjey mánaðir eftir svari upp á umsóknir um at leingja verandi arbeiðsloyvi.
Í upplýstu tølunum, sum fyriliggja sæst, at tað til og við 16. juni í ár, einans eru avgreiddar 39 umsóknir um at leingja arbeiðsloyvi, samanborið vórðu í 2024 heili 772 umsóknir um leingjan avgreiddar og 38 av Útlendingastovuni, sum yvirtók málsøkið tann 1. september 2024.
Tað gevur eitt samlað tal upp á 810 avgreiddar umsóknir í 2024, sum er ein munandi størri nøgd enn tað, sum er avgreitt higartil í 2025.
Um samlaða talið á umsóknum er á sama støði sum i fjør , so skulu yvir 700 umsóknir um leingjan av arbeiðsloyvi avgreiðast komandi hálva árið.
Hetta er als ikki nøktandi, serliga tá hugsað verður um, at bara 39 umsóknir eru avgreiddar fyrstu seks mánaðirnar í ár. Við ørðum orðum, so stendur verandi málsviðgerð ikki mát við veruliga tørvin.
Fleiri møguleikar at stytta bíðitíðina
Í einari almennari viðmerking ásannar landsstýrismaðurin í lógarmálum, at støðan ikki er haldfør í longdini, og at hann arbeiðir við at finna útav, hvat kann gerast.
Vinnuhúsið hevur víst á, at støðan ikki er nøktandi í longdini og neyðug tiltøk mugu setast í verk ongantíð ov skjótt og hava tey víst á, hvussu hetta kann gerast og eri eg samdur i hesum uppskotum tó summi eru meira til høgrabeinið og skjót at seta i verk sum t.d.:
1. Útlendingastovan lænir starvsfólk frá øðrum stovnum og ráðum
Hetta er vanlig mannagongd í grannalondum, tá ið málsviðgerðartíðin á einum øki er vorðin ótolandi. Talan er um eina stutttíðarloysn fyri at fáa málsbunkarnar niður á eitt meira vanligt og rímiligt støði. Hetta tiltak eigur at verða sett í verk beinanvegin.
Min viðmerking er, at flyting millum stovnar fyri kostnaðin, má sjálvandi játtast politiskt.
2. Raðfesta íløgur í KT-skipanir og aðrar skipanir, ið effektivisera umsitingina.
Arbeiðið at fáa til vega neyðugar KT-skipanir er í gongd, men tað má raðfestast ovaliga fyri at effektivisera arbeiðsgongdirnar sum skjótast.
3. Leingja loyvistíðina fyri undangóðkenningum úr einum upp í trý ár
Tá ið orkan at viðgera umsóknir er avmarkað, er ein uppløgd loysn at leingja tíðarskeiðið, sum undangóðkenningar av fyritøkum eru galdandi fyri.Hetta er ein uppløgd loysn.
4. Útvald triðjalond verða viðgjørd á sama hátt sum eftir Fast Track-skipanini
Hetta viðførir, at undangóðkendir arbeiðsgevarar kunnu seta fólk til arbeiðis, so skjótt sum setanin er fráboðað myndugleikunum. Umsóknin verður viðgjørd eftirfylgjandi. Hetta er sami háttur, sum longu verður nýttur fyri starvsfólk úr ES.
Hetta er eisini sami háttur, sum semja er gjørd um í Danmark, har starvsfólk úr 16 útvaldum triðjalondum uttan fyri ES kunnu sleppa skjótt til arbeiðis í Danmark, meðan pappírsarbeiðið verður avgreitt. Talan er um eina loysn, sum krevur broyting í regluverkinum.
Henda loysnin minkar um praktisku avleiðingarnar av longu viðgerðartíðini fyri starvsfólk, sum koma úr útvaldu londunum.
Danir hava gjørt tillagingar, so smidligari er at avgreiða málini
Danir hava valt at lætta um sína skipan við at seta inntøkumarkið niður frá 500.000 til 300.000 , sí leinkju niðanfyri:
https://www.bm.dk/media/21pazdoc/faelles-forstaaelse-overenskomstbaseret-erhvervsordning.pdf
- her endurgivið i stuttum á føroyskum tað, sum danir hava valt at broyta:
Útlendingastovan eigur eisini at hava eina risikobaseraða málsviðgerð fyri at koma niður á slætt.
Búskaparligi týdningurin av útlendskari arbeiðsmegi
Vìst verður her til eitt notat, sum greinar búskaparliga týdningin av útlendskari arbeiðsmegi í Føroyum og byggir á líknandi greiningar úr Danmark:
Í Føroyum er høvuðsparturin av tilflytarunum arbeiðandi, og krøv um arbeiðstíðartrygd (30–40 tímar) styrkja nettoíkastið. Fyrstu metingar benda á, at útlendskir løntakarar í Føroyum í miðal geva eitt positivt nettoíkast á 50.000–215.000 kr. árliga, alt eftir um arbeiðsloyvið er varandi ella tíðaravmarkað
Kelda : Vinnuhúsið og Notat frá Johnny i Grótinum.
Samanumtikið kunnu vit siga, at útlendska arbeiðsmegin hevur verið ein avgerandi drívmegi í føroyska búskapinum seinastu árini og hevur somuleiðis styrkt fíggjarliga grundarlagið hjá almennu kassunum.
Í búskaparligu greiningini verður mett, at útlendsku starvsfólkini góvu eitt íkast til BTÚ, sum svarar til 2 milliardir kr. í 2023. Greiningin vísti eisini, at útlendsku starvsfólkini bøttu munandi um úrslitið hjá almennu kassunum í 2022; sannlíkt við 200-300 milliónum kr.
Johan Dahl
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin