16. august 2025
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna – og mentamálum
Evni: Sparing, sum rakar tey veikastu – avlamisbilar til fólk við skerdum førleika
Spurningar:
Viðmerkingar:
Frá 1. januar 2024 varð stuðulin til keyp av avlamisbili avtikin og í staðin avmarkaður til serligan útbúnað til bil. Hetta merkir, at nógv fólk við skerdum førleika, sum kunnu koyra bil, nú standa uttan møguleika at fáa fíggjarligan stuðul til sjálvan bilin. Tey hava ístaðin møguleika at fáa eitt rentufrítt lán upp til ávísa maximum upphædd.
Talan er um fólk, sum ikki hava biðið um sína lagnu, og sum oftast bert hava fyritíðarpensjón at liva av og tískil ikki fíggjarligt rásarúm at afturgjalda lán til akfarið. “Teppið skrikt undan teimum” við hesi skerjing, sum fór fram, og eftirfylgjandi hevur tað havt negativa ávirkan á teirra dagliga og lívsgóðsku og teirra sosialu møguleikar verða skerdir og sjálvbjargni minkar.
Sparingin, sum er mett til uml. 1 mió. krónur, rakar ein lutfalsliga lítlan, men serliga viðbreknan bólk í samfelagnum. Samstundis verður tosað um at brúka milliardir uppá stórar samferðsluútbyggingar. Tað kann ikki kallast annað enn eitt beinleiðis álop á tey, sum longu eru millum tey veikastu í samfelagnum.
Á Løgtingi, 14. august 2025
Johan Dahl, løgtingsmaður