15. august 2025
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini.
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: H-bygningurin
Spurningar:
Viðmerkingar:
H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum er eitt álvarsamt dømi um, hvussu ein almenn byggiverkætlan við fullari fakligari umboðan og skipaðum eftirliti kortini kann enda við so stórum avvikum kostnaðarliga og stórum avbjóðingum gjøgnum byggitiðina. Hetta reisir grundleggjandi spurningar um stýring, ábyrgd og dygd í byggiverkætlanum, har almenningurin rindar rokningina.
Tað er alneyðugt, at hetta málið verður kannað til fulnar, og at ábyrgdin verður staðfest. Har, sum mistøk ella vánalig stýring er staðfest, eigur eisini at verða hugsað í endurgjaldskrøvum. Um eingin verður drigin til ábyrgdar, sendir hetta eitt skeivt signal, sum kann undirminera álitið á framtíðar almennar byggiverkætlanir.
Bæði Løgtingið og borgarar hava rætt til greiðar og álítandi upplýsingar um, hvat eftir er at gera, og í hvørjum pørtum av bygninginum broytingar mugu gerast ella endurskapast, og hvør samlaða rokningin fyri at gera arbeiðið liðugt verður.
Um tilfar og byggiháttur bera í sær tekin um, at skeivt er farið fram, og at hetta kann føra til avbjóðingar og enn meira eykaútreiðslur, tá ikki langt er fráliðið, so eigur hetta at verða staðfest uttan drál, so neyðug stig kunnu takast beinanvegin.
Fyri at fáa greiðu á støðuni við H-bygninginum verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 13. august 2025
Johan Dahl