28. mai 2025

Spyr um støðuna hjá deyvum og tunghoyrdum í Føroyum

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður 
Svarari: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum 
Evni: Støðan hjá deyvum og tunghoyrdum í Føroyum

Spurningar:   
1. Hvussu merkja deyvir og tunghoyrdir føroyingar í tí dagliga, at føroyska teknmálið er viðurkent sum teirra móðurmál?  

2. Í hvønn mun hava sparingar tey seinnu árini rakt tænasturnar, ið verða veittar deyvum og tunghoyrdum í Føroyum (til dømis teknmálstulking, undirvísingartilboð til avvarðandi, gransking av teknmáli og menning av teknmálsorðabókini)?

3. Metir landsstýrismaðurin, at støðan viðvíkjandi teknmálstulking, við bert tveimum almennum tulkum, er nøktandi?

4. Um landsstýrismaðurin metir, at støðan ikki er nøktandi, hvat ætlar hann so at gera fyri at bøta um støðuna?

5. Eru ætlanir um at geva tilboð til teirra, ið hava fingið Cochlear Implant hoyritól, soleiðis at hesi kunnu fáa upplæring/endurvenjing, so at tey fáa nyttu av tólinum?

Viðmerkingar: 
Tað eru skjótt liðin átta ár, síðani føroyska teknmálið varð viðurkent í Løgtinginum sum móðurmálið hjá deyvum og tunghoyrdum. Fyri deyv og tunghoyrd var hetta eitt stórt framstig, ið skuldi geva teimum eina nýggja, øðrvísi og bjartari framtíð.   

Men sum tað ljóðar, hava tey ikki merkt tær stóru broytingarnar tann rætta vegin, og á onkrum øki hevur tað heldur gingið tann skeiva vegin, síðani Løgtingið tók hesa avgerðina.

Tí verður spurt, hvør støðan er, og hvørjar ætlanir landsstýrið hevur á hesum økinum.

Eisini verður spurt um upplæring/endurvenjing í sambandi við at deyv/tunghoyrd fáa Cochlear implant hoyritól. Talan er um eitt tól, ið gevur fólki, ið hoyra sera illa ella eru deyv, møguleika at hoyra. Men tað krevur tó, at hesi fólkini fáa tilboð um til dømis upplæring ella endurvenjing, fyri at fáa nyttu av tólinum. Hesi tilboð verða ikki givin í dag.  

Á Løgtingi, 28. mai 2025 
Helgi Abrahamsen