03. apríl 2025

Røða frá formannninum í Unga Samband - hildin á Landsfundinum hjá Sambandsflokkinum

Góðu Sambandsfólk!

Tað er ein heiður at standa framman fyri tykkum í dag á okkara landsfundi.

Okkara flokkur hevur altíð snúð seg um ábyrgd, stabilitet og samstarv, og eg eri stoltur av at siga, at hesi virðini liva víðari í Unga Samband. Í seinasta ári hava vit sæð nakrar spennandi hendingar:

Unga Samband hevur valt nýggja nevnd, og eg havi fingið ábyrgdina av at sita sum formaður. Tað er ein æra, og eg siti við hesum leiklutinum við stórari virðing fyri søgu og framtíð floksins.

Birgir Ferjá Heldarskarð er valdur sum formaður í NLU (Nordens Liberale Ungdom) og er blivin valdur í nevndina í Ungdoms Nordiske Råd (UNR), ið nú er sjálvstøðugur felagsskapur. Hetta merkir, at Birgir situr í tí fyrstu nevndini í felagsskapinum. Harumframt situr hann eisini í úrvalinum fyri vælferð í Norðurlandaráðnum, og tað tryggjar, at okkara áhugamál verða umboðað á norðurlendskum støði.

Halla Herdalur Poulsen, okkara næstforkvinna, stillaði upp til kommunuvalið og fekk 66 atkvøður. Hetta er eitt tekin um vaksandi ávirkanina hjá ungum sambandsfólki í politikki.

Hvat sigur alt hetta okkum? At framtíðin hjá Sambandsflokkinum er sterk. At okkara flokkur framhaldandi gevur teimum ungu íblástur til at traðka fram, taka ábyrgd og virka til frama fyri Føroyar.

Vit eru savnað her í eini tíð, har bæði heimurin og Føroyar standa fyri álvarsligum avbjóðingum.

Evropa er meira býtt enn nakrantíð og stendur fyri hóttanum um handilskríggj við USA og hernaðarligan ágang frá Russlandi. Í hesum landslagnum eru samleiki og samstarv týdningarmiklari enn nakrantíð.

Fríggjadagin 14. mars segði Leif Abrahamsen, stjóri í Gjaldstovuni, í D&V: “Myrk skýggj yvir búskapin.” Hetta er ikki yvirdrivið, tað er ein veruleiki. Landsstýrið brúkar meira enn tey eiga, samstundis sum tey skerja blokkin. Hetta skapar eina búskaparliga ódn, sum kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri Føroya fólk.

Í eini tíð, har stabilitetur og langtíðarætlanir eru avgerandi, tykist fokus vera á stuttíðar politiskan vinning heldur enn at tryggja eina burðardygga framtíð.

Spurningurin, vit mugu seta okkum sjálvi er, Hvar førir henda leiðin? Og hvør skal bera avleiðingarnar, tá rokningin skal gjaldast?

Ein tann størsta styrkin hjá Sambandsflokkinum er, at vit arbeiða fyri loysnunum, ikki fyri yvirskriftunum. Meðan aðrir flokkar stríðast sínámillum, hava vit bygt upp breiðar politiskar semjur, sum tryggja stabilitet og framburð fyri okkara land.

Vit arbeiða tvørtur um flokslinjur fyri at samtykkja ábyrgdarfullan politikk.

Vit geva ikki tóm lyfti, vit geva úrslit.

Vit standa fyri stabiliteti, ikki kaosi.

Í eini tíð, har nógvir politikarar elta stuttíðar popularitet, stendur Sambandsflokkurin fyri langtíðargóðum loysnunum fyri Føroyar.

Fyri at Sambandsflokkurin framvegis skal vera ein stór megi í føroyskum politikki, mugu vit framhaldandi menna okkara ungdóm, fáa nýggjar limir og fáa ung fólk at virka. Tað er uppgávan hjá Unga Samband.

Vit eru ikki bara framtíðin hjá flokkinum, vit eru ein virkin partur av nútíðini.

Vit eru til reiðar at taka ábyrgd, koma við nýggjum hugskotum og arbeiða saman við tykkum øllum fyri at styrkja okkara land.

Til tykkum øll her í dag: Ábyrgdin, vit bera, er størri enn nakrantíð.

Heimurin broytist. Føroyar standa fyri veruligum avbjóðingum. Og tó hava vit allar møguleikar at tryggja landi okkara eina støðuga, vælferðarríka og samstarvandi framtíð.

Sambandsflokkurin hevur altíð verið ábyrgdarflokkurin, og tað fara vit framhaldandi at vera.

Latið okkum standa saman. Latið okkum halda fram við ábyrgdarfulla politikkinum. Og latið okkum tryggja framtíðina hjá landi okkara.

Takk fyri.

Áki Stenberg

formaður, Ungmannafelagið Samband

 

- á Landsfundi Sambandsfloksins, 15. mars. 2025, í Salt