31. januar 2025

Um at viðurkenna donsk talgild koyrikort í Føroyum

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari:  Johan Dahl, løgtingsmaður

Svarari:  Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum

Evni:  Um at viðurkenna donsk talgild koyrikort í Føroyum  

Spurningar:  

  1. Hevur danska samferðslumálaráðið vent sær til samferðslumálaráðið í Føroyum við fyrispurningi um sínámillum avtalu um at viðurkenna talgildu koyrikortini landanna millum?
  2. Hevur landsstýrismaðurin svarað fyrispurninginum frá danska samferðslumálaráðharranum?

Um ja: Hvat hevur landsstýrismaðurin svarað?

Um nei: Nær ætlar landsstýrismaðurin at svara?

  1. Vil landsstýrismaðurin gera avtalu við danska samferðslumálaráðharran um sínámillum viðurkenning av teimum talgildu koyrikortunum?

Viðmerkingar:

Thomas Danielsen, danskur samferðslumálaráðharri, hevur fleiri ferðir víst á, at hann vil finna eina loysn á málinum, har føroysk talgild koyrikort verða góðkend í Danmark.

Eisini hevur hann sagt, at arbeitt verður við at fáa soleiðis í lag, at donsk talgild koyrikort verða góðkend í Føroyum.

Føroyskir myndugleikar umsita hendan partin, og samferðslumálaráðharrin upplýsir í tíðindaskrivi 16. august 2024, at danskir myndugleikar hava vent sær til føroyskar myndugleikar fyri at fáa greiðu á, hvat skal til fyri, at eitt danskt talgilt koyrikort kann brúkast í Føroyum.

Tað at kunna brúka talgild koyrikort hjá hvør øðrum í Norðurlondum er ein liður í at beina burtur markaforðingar millum londini.

Tó er ongin kunning komin frá landsstýrinum um hetta málið. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 31. januar 2025

Johan Dahl

Sambandsflokkurin