08. mai 2024

Johan Dahl fingið svar um laksaroyndir á opnum havi

Svar uppá skrivligan fyrispurning frá Johan Dahl løgtingsmanni um laksaroyndir á opnum havi, settur landsstýrismanninum í uttanríkis-og vinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivligt eftir TS § 53,stk. 3) Løgtingsmál SS-012/2023.

Spurningar:

  1. Eru nakrar stovnsmetingar gjørdar av, hvussu nógvur villlaksur er í Norðuratlantshavi og okkara sjóøki?
  1. Eru nakrar kanningar gjørdar, sum kunnu siga, hvussu nógv er alilaksur, sum blandast við villlaksin?
  1. Hvussu er við lús á laksinum, og hvørji lúsasløg eru á villlaksinum ?
  1. Hvussu er villlaksurin fyri í síni heild, kyn, gýting, stødd o.a.?
  1. Hvør matur er at finna í maganum o.a.?
  1. Er tað Havstovan, sum hevur ábyrgdina av at gera hesar kanningar, ella annar stovnur?
  1. Er laksur inni á landgrunninum inn ímóti landi eisini?
  1. Er nakað formligt samstarv um laksaroyndir og gransking millum almennu stovnarnar Havstovuna, Firum og Vørn?
  1. Metir landsstýrismaðurin, at tað er neyðugt at fáa hesa vitan til vegar og at læra av slíkum royndum, t.d. um alilaksur er ímillum, hvussu hann sær út, hvussu við lús o.a. ?

Svar

Spurningur nr. 1

Av tí at villur laksur ikki er ein stovnur, men heldur er laksur, sum stavar úr ymisku áunum, sum renna út í Norðuratlantshavið, ber ikki til at gera eina stovnsmeting av laksi sum so. ICES hevur roynt at finna nakrar sokallaðar “referansuáir” í ymsu londunum rundan um okkum, og á tann hátt roynt at gjørt eina meting av, hvussu nógv er til. Ikki hevur borið til at komið við nøkrum neyvum tali, men heldur hevur ICES víst ágongdina í ymsu londunum.

Úrslitini vísa, at flestu villlaksastovnarnir eru í minking. Serliga eru stovnarnir úr áum í sunnara parti av Evropa í ringum ella sera ringum standi, meðan stovnarnir longur norðuri, t.d. úr Noregi,eru nakað betur fyri. Grundin til,at NASCO mælti til at støðga allari veiðu av villum laksi í føroyskum øki var, at meðan nakrir stovnar vóru væl fyri, vóru fleiri av stovnunum undir “conservation level”, t.e. hvussu nógvur laksur skal koma aftur til eitt ávíst øki, soleiðis at nóg mikið av laksi kemur aftur at gýta í áunum, haðani teir komu.

Gongdin í veiðuni frá 1970-2022 í áunum og fram við landi, tá laksur er ávegis niðan í ánna at gýta (ICES 2023), lýsir kanska best gongdina í ymisku laksastovnunum í Norðuratlantshavi:

Spurningur nr. 2

Nýggjarikanningar (2011-2021) í Noregi vísa, at 14% av laksi, ið varð veiddur úr fýra áum og seks alibrúkum í tíðarskeiðinum, kundi flokkast sum “early escapees”, t.e. rýmdur laksur, sum hevur tillagað seg til tað natúrliga umhvørvið. Kanningarnar, sum Havstovan gjørdi í 90´unum, vístu, at nógvur rýmdur alifiskur (20-40%) var millum villa laksin norðanfyri. Ikki ber til at siga, hvussu nógv bland er við alifisk á opnum havi í dag, tó ber til at kanna, hvussu nógvur alilaksur er millum villa laksin, sum verður fiskaður í føroysku áunum.

Spurningur nr. 3

Kanningarnar í 90´unum vístu, at villur laksur, fiskaður úti á opnum havi, var fongdur við laksalús av slagnum Lepeophteirus salmonis (vanlig laksalús). Mest sum allur laksurin var fongdur við lús, í miðal knapt 30 lýs, flestu vóru vaksnar kvennlýs (adult females). Laksurin sá ikki út til at hava ampa av hesi smittuni. Afturat vóru um 5% av laksinum fongdur við einkultum seiðalúsum (Caligus elongatus).

Spurningur nr. 4

Av tí at ongar kanningar eru gjørdar av villum laksi úti á opnum havi í nýggjari tíð, vita vit ikki hvussu støðan er í dag. Fiskiskapurin og kanningarnar í farnu øld vístu, at villi laksurin var væl fyri. Støddin á laksinum er treytað av, hvussu leingi (hvussu nógvar vetrar) hann er á sjónum, áðrenn hann fer heim aftur í ánna at gýta, haðani hann kom.

Spurningur nr. 5

Kanningar í 90´unum vístu, at laksurin í føroyskum øki livir av lutfalsliga smáum krabbadjóraæti (Amphipodum, krill og rækjum) og smærri fiski (prikkafiski, lakssild og lakstobis), og bert í sera lítlan mun av størri fiski.

Spurningur nr. 6

Tað er Havstovan, ið ger kanningar av villum fiski á opnum havi. Havstovan gjørdi kanningar á opnum havi fyrst í 90´unum. Síðani laksafiskiskapurin helt uppat um aldarskiftið, hevur Havstovan ikki gjørt kanningar av villum laksi.

Spurningur nr. 7

Av tí, at meginparturin av villa laksinum í føroyskum øki stavar frá áum í okkara grannalondum, rýmir laksurin, sum skal gýta, heim til áirnar, haðani hann kom. Restina av árinum er laksurin úti á opnum havi at leita sær føði. Vit hava ikki nakran natúrliga villan laksastovn í føroysku áunum, men heldur laksur, ið er innfluttur úr Íslandi og seinni úr Noregi. Hesin “føroyski” stovnurin er sera lítil, og um ikki laksamenn settu smolt út hvørt ár, er ikki vist, at hesin stovnur hevði  klárað seg í okkara smáu  áum. 

Sílaveiðufelagið kann helst skjalfesta, hvussu nógvur laksur kemur aftur í føroysku áirnar. Hesin laksurin hevur eisini verið úti á beiti á opnum havi.

Spurningur nr. 8

Einki formligt samstarv er millum Havstovuna, FIRUM og VØRN hesum viðvíkjandi.

Kortini kann eg nevna, at Uttanríkis-og vinnumálaráðið, saman við Fiski-og samferðslumálaráðnum, Havstovuni og FIRUM, hava tikið stig til at fremja eina verkætlan, sum vónandi kann greina neyvari, um samband er millum alivirksemið og fiskastovnarnar undir Føroyum.

Spurningur nr. 9

Náttúran og nátturúrtilfeingið eru fortreytin og grundarlagið undir føroyska samfelagnum og vælferðini her á landi. Harvið er náttúrufyrilitið okkara størsta ábyrgd og fremsta uppgáva og mál allastaðni - ikki minst í mun til alivinnuna.

Annars er at siga, at vit sum politikarar og myndugleikar sjálvandi hava skyldu til at hugsa fram í tíð og visjónert. Fyri at tryggja, at føroyska alivinnan, heruppií eisini fiskivinnan, eisini í framtíðini kann lúka hægstu krøv um burðardygd, er tað av allarstørsta týdningi at fáa eina greiðari mynd av, hvørja ávirkan alivinnan hevur á samlaðu vistskipanina og á onnur fiskasløg og umhvørvið kring okkum.

Hóast nógv er granskað, so eru vit ikki komin á mál at lýsa hesi viðurskifti. Tað er tí mín greiða ætlan, at gransking, skjalfesting og vitan innan hesi øki fara at fáa munandi hægri raðfesting. Tað er eisini í hesum ljósinum, at FIRUM hevur sett sær sum mál at arbeiða fyri at skapa “Vitan til varandi aling”.

Uttanríkis-og vinnumálaráðið, tann 10.apríl 2024

Høgni Hoydal

landsstýrismaður