23. apríl 2024

Sambandsflokkurin skipaði fyri ráðstevnu um viðgerðartrygd í Føroyum - tíni rættindi sum sjúklingur

Sambandsflokkurin skipaði í gjár 22. apríl fyri fakligari ráðstevnu um viðgerðartrygd í Føroyum - í Perluni í Havn. Ráðstevnan varð stroymd og videoupptøkan liggur á Facebook Sambandsflokkurin.

Fyri Sambandsflokkin er viðgerðartrygd eitt hjartamál, sum m.a. snýr seg um at geva føroyingum nøkur rættindi um dygdargóða, skjóta og effektiva viðgerð, gerast teir sjúkir - herundir stytta um bíðilistar.

Endamálið við fakligu ráðstevnuni var at skapa innlit í, hvat viðgerðartrygd meira ítøkiliga fevnir um og inniheldur. Eisini var endamálið, at politiska skipanin í Føroyum kann gera brúk av teimum upplýsingum og vitan, sum vórðu lagdir fram á ráðstevnuni og seta gongd á at seta eina slíka skipan í verk í Føroyum.

Vit í Føroyum hava ikki eina skipan við viðgerðartrygd í heilsuverkinum, eins og t.d. danir hava tað - og tí er gott at hoyra um tær royndir, sum onnur lond hava við slíkum skipanum.

Tað kom greitt fram frá øllum teimum, sum løgdu fram á ráðstevnuni, at tað stillar sera stór krøv til politisku skipanina, hvussu ein skipan við viðgerðartrygd skal setast saman og hvørji sløg av sjúkuviðgerðum henda skal fevna um. Vit eru eitt lítið land við avmarkaðum tilfeingi og tí er heilt einfalt ógjørligt, at viðgerðartrygd fevnir um allar sjúkur - tað má raðfestast og differentierast.

Vit noyðast at raðfesta nakrar sjúkur og síðan strategiskt arbeiða langsiktað við at menna viðgerðartilboðini, menna fakligar førleikar, útvega læknar og onnur heilsustarvsfólk, útvega fígging, organisera heilsuverkið rætt og effektivari o.a.

Tað verður neyðugt við einum umfatandi fyrireikandi politiskum og fakligum arbeiði og samstarvi millum politiska myndugleikan og heilsuverkið, um verkseting av einari skipan við viðgerðartrygd.

Uppgávan ella verkætlanin er so mikið stór politiskt, at tað krevst eitt breitt samstarv í Løgtinginum fyri at fara undir fyrireikingar og verkseting. Sambandsflokkurin er til reiðar at verða partur av einari slíkari politiskari verkætlan.

Tað kom eisini fram á ráðstevnuni, at tað onkursvegna er gott fyri heilsuverkið at hava eina skipan við viðgerðartrygd - slík skipan er veruliga við til at stytta um bíðilistar, skapar effektivitet o.a.

Les aðrar greinar:

Boðskapir frá ráðstevnuni um viðgerðartrygd í Føroyum - Steinar Eirikstoft

 

🎥 Leinkja til videoupptøku:
https://youtube.com/live/awE-hXAiIwM?feature=share

 

Skrá

Kl. 13.00 Vælkomin. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Kl. 13.05 Viðgerðartrygd í Føroyum, bíðilistar, læknatrot o.a. - gongdin higartil og framyvir. Steinar Eirikstoft, stjóri í Sjúkrahúsverki Føroya

Kl. 13.30 Viðgerðartrygd í Danmark - ein faklig og formlig allýsing. Jes Søgaard, Sundhedsøkonom - Professari á SDU

Kl. 14.00 Bygnaður og elementir í einari skipan við viðgerðartrygd, umframt krøv. Per Busk Sørensen, fyrrv. sjúkrahússtjóri á Esbjerg og Grindsted Sygehus

Kl. 14.30 Krabbameinsfelagið um viðgerðartrygd. Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum

Kl. 15 Steðgur

Kl. 15.15 Kjakpanel: Hvussu kann viðgerðartrygd setast í verk í Føroyum? Liljan Weihe, Johan Dahl, Per Busk Sørensen og Pál Weihe

Kl. 15.50 Samanumtøka

Kl. 16 Liðugt

Orðstýrari/ facilitator: Óluva Zachariasen

Sambandsflokkurin