20. januar 2024

Óviss útlit fyri føroyska búskapin og samfelagið

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður

Svarari: Aksel Vilhelmsson Johannesen, løgmaður

Evni: Fíggjarpolitiskt haldføri

Spurningar:
1. Hevur landsstýrið lagt eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu fíggjarliga haldførið hjá tí almenna kann betrast, vísandi til nýliga framløgdu haldførisfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum?

Um ja, hvørji mál/nýskipanir er ætlanin at arbeiða við og seta í verk?

Um nei, hví fyriliggur ongin ætlan, og nær verður ein ætlan gjørd?

2. Hvørja støðu hevur landsstýrið til álvarsliga innihaldið og fíggjarligu útlitini fyri føroyska samfelagið, sum verða lýst í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum?

3. Hvørjum tilmælum tekur landsstýrið undir við í haldførisfrágreiðingini frá Búskaparráðnum, og hvørjum tilmælum tekur landsstýrið ikki undir við?

Viðmerkingar:
Búskaparliga gongdin hjá tí almenna er greið - tað er við at gerast ein stór permanent ójavnvág millum inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna, har útreiðslurnar við fullari ferð fara at yvirhála inntøkurnar. Vit vita eisini nú, at vit kunnu ikki framleiða, virðisøkja ella vaksa okkum burturúr trupulleikunum við fíggjarliga haldførinum hjá tí almenna.

Spurningurin er so, hvat verður neyðugt at gera upp á stutt sikt og upp á longri sikt fyri at bøta um fíggjarliga haldførið og verja samfelagið móti einum búskaparligum skrædli.

Umframt at tosa um hægri pensjónsaldur og effektiviseringar á eldraøkinum, kann eisini verða neyðugt at viðgera og taka støðu til bygnaðarligar broytingar, rationaliseringar og effektiviseringar í almenna geiranum, kommunusamanleggingar, útjavning o.a. - við øðrum orðum reformpolitikk.

Útlitini fyri føroyska búskapin og samfelagið eru óviss, og tað er ikki líkamikið, hvat verður sett í verk, nær og mótvegis hvørjum. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 19. januar 2024
Johan Dahl