14. januar 2024

Heilsan til Hansara Hátign Fríðrik kong

Heilsan til Hansara Hátign Fríðrik kong

Sambandsflokkurin ynskir Hansara Hátign Fríðriki kongi og Hennara Kongliga Hátign Mary drotning hjartaliga til lukku nú tey taka við sum ávikavist kongur og drotning fyri kongsríkið.

Samtíðis takka vit Hennara Hátign Margretu Drotning fyri tað ídni og trúfesti, hon hevur víst sum drotning í samfull 52 ár.

Við ynskjum um blíðan byr.

Sambandsflokkurin