30. september 2023

Yvirskot til undirskot


Yvirskot til undirskot [📊]


CEF-samgongan hevur skjótt sitið eitt heilt ár við valdið, og longu hómast búskaparligu avleiðingarnar. [📉]


Trivaliga avlopið hjá undanfarnu samgongu hevur sitandi samgonga megnað at vent til stórt hall uppá stutta tíð.


Undanfarna samgonga fekk harðar ákoyringar fyri at hava hall á fíggjarlógini fyri 2020, tá korona herjaði. Táverandi landsstýrið sá tað sum alneyðugt at gera átøk, fyri at halda samfelagshjólunum koyrandi.


Hetta gav úrtøku, tí árið eftir varð hallið á fíggjarlógini vent til avlop. [📈]