05. september 2023

Lat okkara pensjónistar fáa frið

Haldi slett ikki, at vit skulu hækka pensjónsaldurin meira.
 
Vit hava longu met í Evropa fyri, at størsti parturin av arbeiðsstyrkini er á arbeiðsmarknaðinum.
 
Okkara pensjónistar eru hvørki ein trupulleiki ella ein byrða, okkara pensjónistar eru lykilin til okkara vælferðarsamfelag.
 
Avtak mótrokningina og lat tey arbeiða, sum hava heilsu og hug, um tey ynskja tað.
 
Tað ljóðar, sum okkara pensjónistar skulu syrgja fyri okkara haldføri.
 
Teir skulu sleppa at slappa av eftir at hava gjørt sína skyldu og meira enn tað!
 
Kaj Leo Holm Johannesen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin