28. august 2023

Aksel má seta Høgna uppá pláss

Sum landsstýrismaður í uttanríkismálum hevur Høgni Hoydal skyldu til at arbeiða fyri Føroyar og føroyingar, og ikki føra tjóðveldispolitikk gjøgnum uttanríkispolitikkin.
 
Høgni Hoydal noktar at seta seg við borðið, at vera við til at avgera hvørjar íløgur kunnu gerast í trygd og verju í Føroyum.
Hesar íløgur skulu eisini gagna Føroyum og føroyingum, men tað vil Høgni Hoydal ikki, tí tað er betri at fáa donsku stjórnini at koma við uppskotum, sum hann síðani kann nokta og harvið faa eina konflikt við donsku stjórnina.
 
Landsstýrismaðurin noktar at taka aktivan lut í verjusemjuni, við undanførsluni um, at onki skal henda, uttanum okkum. Tað rætta var, at landsstýrismaðurin sat við borðendan, saman við danska verjumálaráðharranum, so hendi onki uttanum okkum.
 
Danska stjórnin hevur boðað frá, at 144 mia. skulu brúkast til trygdina komandi 10 árini, herav helvtin í Norðatlantshavi/Arktis, so helst er talan um eitt tvey siffrað tal av mia. ið kunnu fella til Føroyar.
 
Lat okkum standa saman um hetta, og útbyggja føroyska samfelagið enn meira.
 
Vit kunnu ikki lata misskilta nationalismu forða hesum, tí hesir Nato-pengarnir koma úr danska ríkiskassanum. Danmark varðar av verju- og trygdarpolitikkinum í ríkisfelagsskapinum, hevur skyldurnar og vil gjalda fyri hesar.
 
Spurningurin er, hvussu leingi ætlar javnaðarflokkurin at stuðla Høgna Hoydal í at forða hesum íløgum í Føroyum, og hvussu leingi løgmaður vil stuðla landsstýrismanninum í hesum.
 
Aksel má seta Høgna uppá pláss.
 
Bárður á Steig Nielsen,
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin