25. august 2023

Sjálvandi má bílig og trygg langtíðarfígging til Suðuroyartunnilin

Suðuroyartunnilin hevur seinastu tíðina staðið ofta á politisku dagsskránni, eitt nú í sambandi við raðfestingar av løgum á fíggjarlógini og langtíðarløguætlan annars.

Kritikkurin, sum førdur verður fram er, at ein so stór løga sum Suðuroyartunnilin vil køva alt annað løguvirksemi og útbyggingar av samfelagnum komandi nógvu árini.

Lat meg beinanvegin gera vart við, at Suðuroyggin er í einari serstøðu, hvat infrakervi viðvíkur og nú skjótt einasta stóra oyggin, sum ikki hevur fast samband við meginøkið. Aðrar tunnilsløgur, sum verða havdar á lofti og sagdar at vera tørvur á, eru fleiri av teimum parallell-løgur, t.v.s. vegasamband ella landsamband er har í forvegin.

Tað er onki at ivast í, at ætlaða byggiverkætlanin at gera ein tunnilin til Suðuroyar krevur góða fyrireiking og neyvar ætlanir. Nakrar raðfylgir í fyrireikingunum eru t.d. at gera seismiskar kanningar, prosjektering, kostnaðarmeting, fígging o.a.

Fíggingin av løguni er kortini í mínari verð altavgerandi - uttan hóskandi fígging, ongin tunnil.

Tá vit tosa fígging, so fevnir tað serliga um støddina á eginfígging, sjálva lánsupphæddina, afturgjaldstíð, rentustøði og ikki minst kredittvirðið hjá lántakara.

Við einum lánitørvi uppá einar 4-5 mia. kr. sigur tað seg sjálvt, at nakað sum afturgjaldstíð og rentustøði hava sera stóra ávirkan á leypandi lánsgjøldini, sum skulu rindast lánsveitaranum.

- Jú hægri eginfígging, jú lægri lántøka

- Jú longri afturgjaldstíð, jú hægri renta

- Jú styttri afturgjaldstíð, jú lægri renta

- Jú styttri afturgjaldstíð, jú hægri avdráttir

- Jú longri afturgjaldstíð, jú lægri avdráttir

- Jú hægri kredittvirði, jú lægri renta o.a.

Sostatt má eitt lán setast saman á ein optimalan hátt, bæði fyri lántakara og lánveitara.

Tað er júst í sambandi við hesa altavgeranidi fígging, at danski staturin kemur inn í myndina - vit hava nevnliga ein statskassa, sum hevur hægstu altjóða rating, tá um ræður kredittvirði. Danmark er millum tey fáu londini í heiminum, sum hava triple A-rating, sum er hægst møguliga rating. Hetta gevur atgongd til ta lægstu rentuna á altjóða fíggingarmarknaðinum.

Tað er tí upplagt, at landsstýrið kannar møguleikan at útvega eitt statslán frá Danmark, soleiðis at henda byggiverkætlan kann gerast veruleiki.

Lat okkum ikki gera hesa týdningarmiklu verkætlan til eitt partapolitiskt mál, men heldur arbeiða saman um at finna politiskar loysnir - tær finnast, spurningurin er bara um at dyrka møguleikarnar.

Tað snýr seg um at brúka vit og skil - og ikki politiskar kenslur - at finna bestu loysnina.

Johan Dahl

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin