03. august 2023

Eingangsinntøkur landskassans

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður

Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Evni: Eingangsinntøkur landskassans

Spurningar:

1. Hvussu stórar vóru landskassans eingangsinntøkur / óvanligu inntøkur í tíðarskeiðnum 2015 til 2023 - býttar upp á, hvaðani tær komu frá?

2. Hvussu stórar væntast landskassans eingangsinntøkur / óvanligu inntøkur í 2024, 2025, 2026 og 2027 - býttar upp á, hvaðani tær væntast at koma frá?

3. Hvussu stórar vóru hesar eingangsinntøkur tilsamans í prosent av samlaðu inntøkum landskassans 2015-2023 og hvussu stórar væntast tær at verða í 2024, 2025, 2026 og 2027?

4. Hvussu hevði úrslit landskassans sæð út ymsu árini og frameftir, um hesar eingangsinntøkur vórðu drignar frá samlaðu inntøkunum, og hevði tørvur tá verið á lántøku vegna hall, lægri avlop o.a.?

5. Til hvørji endamál eru eingangsinntøkur landskassans brúktar gjøgnum øll árini (rakstur, íløgur, grunn o.a.)?

6. Hvussu er ætlanin at brúka møguligar eingangsinntøkur komandi árini?

Viðmerkingar:
Tað er alt, sum bendir á, at landskassin í framtíðini fær tað sera trupult at fíggja tær útreiðslur, sum fara at standast av demografisku broytingunum í samfelagnum og harav avleiddum útreiðslum til heilsuverk o.a. - okkara vælferðartænastur fara at koma undir stórt trýst. Stórur búskaparvøkstur, eykaskattir og avgjøld og eisini eingangsinntøkur o.a. hava higartil havt við sær, at vit m.a. hava sloppið okkum undan at fremja reformar og rationaliseringar av ymiskum slag.

Eingangsinntøkur eru her at fata sum inntøkur frá vinningsbýti frá fyritøkum, sum landið eigur ella eigur í, sølu av annleggum, sølu av partabrøvum o.a., sum ikki endurtekur seg frá tí somu inntøkukeldu í meira enn eitt avmarkað tíðarskeið, 1-2-3 ár ella sum kann sveiggja frá ongum til eina ávísa upphædd frá somu inntøkukeldu o.a.

Eingangsinntøkur ella óvanligar inntøkur eru, sum eisini liggur í orðinum, inntøkur, sum eru sera óvissar.

Eingangsinntøkur, brúktar leypandi til fígging av rakstri og bindandi íløgum yvir eitt longri tíðarskeið, eru í veruleikanum við til at fjala yvir ein haldføristrupulleika hjá landskassanum. Vórðu hesar inntøkur t.d. settar í grunn til konsolidering, var støðan ein onnur.

Eingangsinntøkur eru óvissar inntøkur og eiga tí t.d. ikki at brúkast sum trygt og varandi inntøkugrundarlag undir almennum rakstrarútreiðslum, útreiðsluvøkstri o.a.

Ofta detta eingangsinntøkur burtur ella lækka munandi í verri tíðum, og tá kann støðan gerast álvarslig fyri landskassan. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 2. august 2023
Johan Dahl