30. juni 2023

Vitjan umborð á USS Delaware

Formaðurin í Unga Samband, Alvi Jespersen, vitjaði umborð á USS Delaware


Í samband við vitjanina hjá amerikanska, atomrikna kavbátinum, USS Delaware, so fekk Ungmannafelagið Samband, serligt loyvi at senda eitt umboð umborð á kavbátin.


Formaðurin, Alvi Jespersen, luttók vegna ungmannafelagið, og lat hann væl at túrinum, har ein yvirmaður frá amerikanska herflotanum vísti runt umborð, og greiddi hann frá út í smálutir um kavbátin og lívið umborð.


Trygdin var í hásæti, og varð tískil ikki loyvt at hava telefon ella annað samskiftistól við umborð, men fingu vit nakrar myndir við atløgubryggjuna