09. mai 2023

Ein nýggj vindmyllulund um árið tey næstu 7 árini

Tað eru bara 7 ár til 2030, og tá skal eftir ætlan øll elframleiðsla á landi koma frá grønum orkukeldum. Tað merkir, at tað helst skal koma ein vindmyllulund upp um árið tey næstu 7 árini.

Tá vindmyllurnar í Suðuroy vórðu settar upp fyri tveimum árum síðani, vóru 7 ár gingin síðani seinasta vindmyllan var komin upp í Føroyum. So her skal nógv meira ferð setast á, um vit skulu røkka málsetninginum.

Tíbetur eydnaðist í farna valskeiði at fáa meira ferð á grøna orkuskiftið, hóast nógv mótmæli vóru – ikki minst frá táverandi stóru andstøðuflokkunum. Men hvussu verður við grøna skiftinum tey komandi árini?

Eg havi sett Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, ein skrivligan fyrispurning um hetta. Spurningarnir eru hesir:

1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið viðvíkjandi útboði av loyvum til elframleiðslu úr vindorku tey komandi árini?

2. Nær kann roknast við at næstu útboðini av hesum loyvum verða lýst?

3. Hvussu nógv feløg hava, síðani seinasta útboðið, víst áhuga fyri at seta vindmyllur upp í Føroyum?

4. Nær kann roknast við, at myllurnar koma upp hjá teimum, sum hava vunnið eitt útboð, men framvegis ikki hava fingið myllurnar upp?

5. Kann roknast við, at fleiri myllur fara at steðga tey næstu árini, orsaka av, at tær eru í ringum standi?

Sambært skránni hjá løgtinginum verður fyrispurningurin svaraður á tingfundinum mikudagin.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin