16. mars 2023

Føroyar partur av altjóða strategi hjá Norðurlandaráðnum

Johan Dahl, tinglimur í Norðurlandaráðnum, tekur lut í hesum døgum á fundum í Norðurlandaráðnum í Reykjavík.

Johan Dahl helt røðu í gjár í sambandi við framløgu av einum præsidieuppskoti um altjóða strategi fyri Norðurlandaráðið - gjørt av einum arbeiðsbólki.

Johan segði m.a.: “Vit liva í einari verð og øki, sum seinastu tíðina er broytt radikalt, tí hevur tað týdning, at Norðurlandaráðið eisini hevur størri altjóða perspektiv. Norðurlond eru geopolitiskt eitt strategiskt týdningarmikið øki - hendingar í Eystursjóvarøkinum, Arktis og Norðuratlantshavinum eru tætt knýttar at hvør øðrum og til Norðurlond.”

Hann vísti eisini á tørvin á øktum fokus á norðuratlantslondini, t.v.s. norð-vest Norðurlondini, t.e. Ísland, Føroyar og Grønland, sum ikki eru landføst, men restin av Skandinavia, og harímóti eru oyggjar við havi rundanum. Hetta ger londini viðbrekin og gevur heilt serligar avbjóðingar.

Eisini helt Johan, at tað átti at henda broytingar heilt generelt í mátanum vit hugsa upp á í Norðurlandaráðnum. Alt ov ofta tosa vit um Norðurlond sum tey 5 Norðurlondini og ikki sum tey 8, sum vit jú eru. Vit eru ikki 8 tjóðir, men vit eru 8 lond við ymiskari náttúru, mentan, máli og strategiskari plasering

“Hesi viðurskifti eiga vit at gerast betri til at umrøða og eigur at verða betri avspeglað í uppskotinum um eina altjóða strategi hjá Norðurlandaráðnum”, segði Johan Dahl at enda í røðu sínari.

Sambandsflokkurin