26. februar 2023

Sambandsflokkurin leggur uppskot fram um inflasjónsískoyti

Sambandsflokkurin leggur uppskot fram um inflasjónsískoyti til sperdar familjur - ein eingangsupphædd á 12.000 kr.

Ótrygga støðan og altjóða rembingar í heiminum hava viðført óvanliga stórar hækkingar í prístalinum seinasta árið. Hetta hevur við sær, at føroysk húski dagliga stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman og hava tørv á hjálp skjótast gjørligt. Tí leggur Sambandsflokkurin fram uppskot um inflasjónsískoyti.

Tað er í dag eingin skipan, sum loftar teimum familjum, sum hava tað trupult við at fáa endarnar at røkka saman orsakað av høgari inflasjón.

Hetta uppskotið leggur upp til, at skipanin við familjuískoyti verður víðkað í eitt avmarkað tíðarskeið, soleiðis, at tað eisini verður veitt eitt inflasjónsískoyti. Víðkanin hevur harumframt við sær, at onnur enn bara barnafamiljur kunnu søkja um ískoyti og einki aldursmark verður ásett fyri at tryggja, at fólkapensjónistar, sum lúka treytirnar viðvíkjandi inntøku og ogn, eisini kunnu fáa inflasjónsískoyti.

Sambandsflokkurin vísti á til løgtingsvalið, at tað hevur týdning, at veitta hjálpin er málrættað til tær familjur, sum veruliga hava tað fyri neyðini. Vit kunnu ikki venda blinda eygað til tann veruleikan, at tað eru familjur í Føroyum í dag, sum ikki kunnu bíða í mánaðir eftir hjálp - tí hjálpin skuldi helst verið komin í gjár.

Verður uppskotið samtykt, kemur lógin í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Sambandsflokkurin