14. februar 2023

Gevið útoyggjafólki árshald

Landsstýrismaðurin við samferðslumálum ætlar at gera eina nýggja prísskipan fyri almennu samferðsluna. Í Degi og Viku, fríggjakvøldið, nevndi hann møguleikan, at útlendingar skulu rinda tríggjar ferðir so nógv sum føroyingar.

Eg eri púra samdur í tí, at fólk sum brúka almennu samferðsluna nógv eiga at fáa góðan avsláttur í prísinum. Sjálvur havi eg ferðast nógv við bussunum hjá Bygdaleiðum. Har ber millum annað til at keypa mánaðarkort, sum kostar nógv meira enn ein vanligur ferðaseðil, men um tú ferðast nógv, so er mánaðarkortið bíligari.

Tá tað ber til at hava mánaðarkort, so ber eisini til at gera árshald. Við tí kundu fólk á útoyggj rinda eitt gjald, sum kanska kostaði tað sama sum tveir einvegis ferðaseðlar, og so kundu tey ferðast næstan ókeypis alt árið. Vit onnur, sum bara skulu onkra einstaka ferð til hesar oyggjarnar, kundu so rindað eitt dýrt gjald. Tað hevði verið ein nógv betri loysn enn at bólka fólk eftir teirra uppruna, og eingin hevði verið fyri mismuni.

Um vit fara at trífalda ferðaseðlaprísirnar hjá útlendingum við bussum og skipum, so kann ein avleiðing verða, at ferðavinnan í útjaðaranum dettur niðurfyri. Er tað nakað, ferðavinnan verður átalað fyri, so er tað júst tað, at ov nógvir pengar enda í miðstaðarøkinum, og ein slík loysn fer ikki at bøta um tað.

At fara til Suðuroyar við bili og kampingvogni kostar, við verandi prísum, 450 krónur. Um hetta talið verður faldað við trý, so verður kostnaðurin 1.350 krónur. Eru fleiri fólk við á ferðini, og allir hesir prísirnir verða trífaldaðir, so er skjótt, at fólk heldur velja at halda seg í meginøkinum.

Sjálvandi ber eisini til at seta prísirnar soleiðis saman, at føroyingar koma at rinda minni, og tí verður prísurin hjá útlendingum ikki trífaldaður samanborið við verandi prísir, men skulu útlendingar rinda tríggjar ferðir so nógv sum føroyingar, so verður talan um ein mismun, sum ikki gevur Føroyum eina góða umtalu í ferðavinnuhøpi. Tá er nógv betri at geva ein góðan mongdaravsláttur sum er galdandi fyri øll, men sum bara tey lokalu velja at brúka.

Helgi Abrahamsen
tingmaður fyri Sambandsflokkin