15. desember 2022

Tøkk

Eg vil av hjarta takka tykkum, sum vístu mær álit til løgtingsvalið.

Ein serlig heilsan til øll tykkum, sum eg havi starvast saman við. Takk fyri nógvar góðar og læruríkar løtur.

Eg vil eisini ynskja øllum, sum blivu vald í Løgtingið, hjartaliga tillukku.

Tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman, soleiðis at tey, sum veruligani hava brúk fyri hjálp, fáa hana.

Rósa Samuelsen