01. desember 2022

Eg og ítróttur

Ítrótturin skal styrkjast fíggjarliga, av tí, at ítróttur gevur ungum og vaksnum lívsgóðsku og upplivingar fyri lívið. Allar ítróttargreinar og sersambondini skulu styrkjast fíggjarliga, so tey kunnu taka lut í altjóða kappingum uttan fíggjarligar forðingar.

Ítrótturin kann eisini virka sum ein fyribyrging á sosiala økinum, tí hann knýtir bond millum ung og vaksin á ein sunnan hátt, har umhvørvið er trygt. Hetta kann fyribyrgja, at aðrir sosialir aktivititetir, sum eru verri fyri heilsu, t.d. rúsevni, gerast vanligur partur av sosiala umhvørvinum

Eg veit, at tað at verða aktivur í felagsskapinum er gott fyri sálarheilsuna - eisini um tú ert aktivur einsamallur er gott fyri sálarheilsuna.

Eg havi drúgvar royndir sum partur av einum aktivum ítróttarumhvørvi, og veit hvussu stimbrandi og gott tað er fyri sálarheilsuna at vera partur av einum aktivum felagsskapi.

At stuðla ítróttin við beinleiðis pengum, er eftir mínum tykki ein win-win støða.

Vel eina ítróttarvin á løgting.

X við Pole Hansen.

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið