27. november 2022

Lagkøkan má vaksa

Vit hava eitt sera virkið og fjølbroytt vinnulív í Føroyum og tað fegnast við almikið um.

Vinnulívið er krumtappurin - vinnulívið er lokomotivið í samfelagnum.

Mála vit við tí breiða penslinum, so nevna vit tær vinnurnar, sum fylla mest í dagsins umtalu: Fiskivinnuna, alivinnuna og ferðavinnuna. Hetta er nokk so náttúrligt, men samstundis so eiga vit ikki gloyma, at tað eru nógvar aðrar vinnur ella vinnugreinar í Føroyum - og allar hava sítt stóra virði. Tíðir skifta og sveiggini kunnu vera ógvuslig og tá er gott at hava nógvar og fjølbroyttar vinnugreinar, tí vanliga verða tær ikki allar samtíðis meint raktar.

Umráðandi er tí, at vinnan - allar vinnugreinar - hava bestu umstøður til at virka í, so tær kunnu menna seg.

Gjøgnum Vinnuforum, sum løgmaður hevði ábyrgdina av, hava vit fyri kortum fingið 164 ítøkilig tilmæli um, hvussu vit í Føroyum kunnu vaksa um lagkøkuna - skapa varandi  og  burðardyggan vøkstur og trivna langt fram í tíðina. Vit eiga ikki bara at varðveita vælferðina í Føroyum, men økja hana!

Vakstrarforum hevur latið seks frágreiðingar úr hondum. Hesar snúgva seg um havið, KT, vinnuferðavinnu, maritimu veitaravinnuna, útbúgving og arbeiðsmarknað og einar grønari Føroyar. Frágreiðingarnar eru at finna á: www.lms.fo/vakstrarforum

Tilmælini eru ein fongur hjá politisku skipanini. Vit kunnu kalla hetta fyri eitt hugskotskatalog, Ein nýggj samgonga eigur beinanvegin at seta út í kortið, hvat hon vil fyri at vaksa um lagkøkuna og her er arbeiðið hjá Vinnuforum eitt gott mið at leita í. Alt kemur ikki eftir einum degi, men ein langtíðarraðfesting er altíð góð.

Skal eg nevna trý úr rúgvuni, sum eg haldi vit eiga at raðfesta høgt, so eru tað: Eksport Faroe Islands, vinnuferðavinna og langtíðaríløgur í at útbúgva kt-fólk.

Umframt hesi vinnuøkini, sum frágreiðingarnar snúgva seg um, so hava vit mong onnur vinnuøki, sum eisini gera, at lagkøkan framhaldandi kann vaksa og kunnu soleiðis eisini verða framhaldandi partur av menningini av vælferðini í Føroyum. Men so er neyðugt, at politiska skipanini setir út í kortið, hvat hon ynskir við hesum vinnum.

Skal eg nevna trý úr hesi rúgvuni av vinnugreinum, sum eg haldi vit eiga at raðfesta høgt, so er tað:  Landbúnaðurin, filmsvinnan og handverkaravinnan.

Vit í Sambandsflokkinum vilja framhaldandi raðfesta vinnuna høgt og vilja altíð gera okkara ávirkan galdandi, har vit fáa møguleikan.

Ein atkvøða til Sambandsflokkin - hon fer væl!

Magnus Rasmussen

valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið