23. november 2022

Nýtt sjúklingahotell í Keypmannahavn

Okkara sjúklingahotell í Keypmannahavn er ov lítið og ein ov dýr loysn, tí plásstrot ger, at vit mugu senda nógvar sjúklingar á hotel aðrastaðnis.

Tí var eg byrjaður eina tilgongd sum landsstýrismaður í heilsumálum at útvega okkum eitt væl størri og meira tíðarhóskandi hotell.

Hetta er eitt av mínum hjartamálum, sum vit eiga at koma á mál við komandi fýra árini.

Kaj Leo Holm Johannesen

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið