21. november 2022

Sambandsflokkurin tryggjar barnafamiljurnar

Sambandsflokkurin lovar eina inflatiónstrygging upp á 1.000 krónur um máðaðin.

Ótrygga støðan í heiminum er ikki so fjar longur og tað merkja allar familjurnar í Føroyum. Serliga merkist, hvussu høga inflatiónin munandi broytir gerandisdagin, tí tað er ikki eins lætt at fáa endarnar at røkka saman.

Sambandsflokkurin fer til val uppá tryggleika í breiðastu merking. Hetta merkir eisini, at føroysku barnafamiljurnar skulu kenna seg tryggar. Ítøkiliga fer Sambandsflokkurin til val uppá 4 broytingar, ið beinleiðis ávirka og tryggja sperdar barnafamiljur:

1. Inflatiónstrygging á 1000 kr. um mánaðin

2. Loftið á barsilsgjaldinum skal hækkast úr 25.000 kr. til 27.000 beinanvegin, og líðandi skal gjaldið hækkast enn meir

3. Hækking av barnafrádráttinum við 2000 kr.

Inflatiónstryggingin inniber, at so leingi sum prísvøksturin er hægri enn lønarvøksturin, skal tað vera møguligt at søkja um inflatiónstrygging – ein stuðul á 1000 krónur um mánaðin - til sperdar familjur og borgarar. Hetta skal gerast við at víðka skipanina við familjuískoyti.

Familjurnar skulu trívast, og tískil er vallyfti hjá Sambandsflokkinum, at hækkingin av barnafrádráttinum við 2000 kr. og loftinum á barsilsgjaldinum við 2000 kr. – sum eftir ætlan skuldi samtykkjast í vetur – skulu ígjøgnum skjótast gjørligt, um Sambandsflokkurin fær møguleikan.

Harumframt skal barsilsskipanin gerast meira fleksibul, soleiðis at húsarhaldini sjálvi kunnu leggja barsilstíđina til rættis.

Bárður á Steig Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum