18. november 2022

Vit mugu hugsa øðrvísi fyri at fáa øðrvísi úrslit

Eg bjóði meg fram til løgtingsvalið 8. desembur.

Eg havi havt tann stóra framíhjárætt at sita á Føroya Løgtingið seinastu gott 3 árini. Takk fyri tað og takk til bæði samgongu og andstøðu fyri samstarv. Hesi árini eru fleiri umráðandi mál avgreidd.

Millum annað:

- Ókeypis sálarfrøðiliga hjálp til tey ímillum 15-35 ár

- Vakstrarforum er sett á stovn. Her skal viðgerast hvørjar vinnur vit skulu satsa uppá sum vakstrarvinnur

- Okkara pensjónistar fáa nú 1100,- kr. meira um mðr.

- Ein veðurlagspolitikkur er orðaður

- Felagið P/F Suðuroyartunnilin er stovnað

- Fimm heim til fólk við serligum tørvi eru á veg

- Ein nýggj diabetesmiðstøð er samtykt

- Almanna- og heilsuøkið er raðfest

- Vit hava styrkt um endurvenjing og styrkt um viðlíkahaldsvenjing

- Fyrsta skotið er skotið í Fámjinstunnlinum

- Lógin um bústaðir

- Skattafrádrátt til lærlingar upp til 50.000,- kr.

- Styrkt um grundarlagið undir Ítróttarháskúlanum í Vági

- Styrkt um FabLab í Vági

- Hava fingið farmaskip ímillum Suðuroynna og Tórshavn fyri at lætta um trýstið á Smyril

- Hava fingið nøkur nýggj reiðaríðir

- Hava styrkt um ADHD klinikkina á Landssjúkrahúsinum. Bíðitíðin farin er farin úr 48 mðr. niður í 17 mðr.

- Neyðtøkutilbúgving við sálarfrøðiligari hjálp er sett á stovn

- Nógv fleiri koma ígjøgnum MR-skannaran, tí hann er opin longri

- Menna endurvenjingartilboð á Suðuroyar Sjúkrahúsið fyri fólk við hjartasjúku, lungasjúku, diabetes og krabbameini

- Hava avsett pening til útbúgving av fleiri yngri læknum

Alt hetta er gott og vit skulu gera tað enn betri. Nevnast kann, at hóast bíðitíðin at sleppa til útgreining fyri ADHD er minkað munandi, er tað enn ov leingi at bíða 17 mánaðir. Tað er hvørki nøktandi fyri tann, ið hevur tørv á hjálp ella fyri familjuna.

Verið eg afturvaldur, fari eg at halda fram vit at stríðast fyri, at vit fáa eitt enn og betri samfelag. Og tað er av alstórum týdningi, at vit fáa nýskipanir nú. Fleiri nýskipanir. Summi hol eru so djúp, at pengar ongantíð fara at tøppa tey. Tað ynski eg at hjálpa við og við fleiri ára royndum sum íverkseti tori eg at hugsa øðrvísi, og øðrvísi úrslit krevja øðrvísi hugsan.

Erhard Joensen

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið