30. oktober 2022

Tryggur búskapur

”Sætta hvør króna”
 
Sambandsflokkurin heldur, at ein tryggur búskapur er grundarlagið undir vælferðarsamfelagnum.
 
Samlaða ríkisveitingin, heildarveitingin og aðrar veitingar er yvir eina milliard krónur, ið svarar til, at sætta hvør króna av rakstrinum í (2020) hjá landinum varð fíggjað tann vegin. Vit meina, at henda upphædd er eitt týðandi grundarlag fyri vælferð í Føroyum og er eitt gott trygdarnet undir okkara sjúkrahúsverki, ið hevur støðugan tørv á størri fígging.
 
Vit fara aldrin uppá kompromis við vælferðina hjá borgararunum í Føroyum.
 
Ríkisfelagsskapurin veitir trygd fyri lægri rentu á tínum húsaláni
 
Tað er týdningarmikið at minnast til, at øll lánsbrøv, sum Føroyar selja, eru treytað av, at ríkisrættarliga støðan ikki broytist. Moodys hevur ferð eftir ferð givið til kennar, at tað er ein sterk støða, at Føroyar og Danmark eru í ríkisfelagsskapi. Hetta tryggjar eina lægri rentu, ið merkist beinleiðis inn í føroysku heimini, ið hava lægri mánaðargjald og meira at liva fyri.
 
Um vit samanbera Føroyar og Ísland, so er rentan uppá sethúsalán í Íslandi ca 7 %, meðan hon í Føroyum er ca 4%. Hetta merkir at føroysku húsarhaldini, hava eitt væl lægri mánaðargjald enn íslendsku húsarhaldini og um vit gjalda minni mánaðarliga, so hava vit meiri at liva fyri dagliga.
 
Ríkisfelagsskapurin veitir trygd fyri Eystur- og Sandoyartunlum og komandi Suðuroyartunlinum
 
Ríkisfelagsskapurin er týðandi fyri ratingina av føroyska búskapinum.

Eitt aktuelt dømi um týdningin av ríkisveitingini er byggingin og fíggingin av Eystur- og Sandoyartunlunum, og einum komandi Suðuroyartunli. Avgerandi treytin fyri fíggingina er ríkisfelagsskapurin. Ríkisfelagsskapurin styrkir kredittvirðið hjá tí almenna, sum veitir trygd fyri lántøkuni.

Trygt inní framtíðina við tryggum búskapi.

Sámal Hanni Lognberg

valevni fyri Sambandsflokkin