30. oktober 2022

Ríkisborgararætturin er ein dýrabarur limaskapur

Ríkisborgararætturin er ein dýrabarur limaskapur, sum vit eiga at halda rimmarfast um. Sambandsflokkurin er trygdin fyri einum sterkum ríkisfelagsskapi, tí er skilagott at velja Sambandsflokkin á fólkatingsvalinum

Okkara ríkisborgararættur er eitt nógv sterkari kort at hava í hondini – enn at vit bara hava rættin til at vera við í vanligum skipanum, sum eru galdandi millum Norðurlond. Ríkisborgararætturin er ein dýrabarur limaskapur, sum veitir okkum tryggleika og menning í felagsskapi við Danmark og Grønland.

Ríkisfelagsskapurin er við til at tryggja okkum gott kredittvirði á ratinglistanum hjá Moody’s.

Ríkisfelagsskapurin er ein lopfjøl út í heim, har vit umvegis ríkisborgararættin fáa atgongd til eitt nú ES-skipanir – m.a. á útbúgvingarøkinum.

Ríkisfelagsskapurin veitir okkum trygd og verju í tøttum samstarvi við Danmark, Grønland og restina av Vesturheiminum.

Eg kundi hildið fram at reksa upp, men tað stutta av tí langa er, at ríkisfelagsskapurin er eitt trygt grundarlag hjá føroysku tjóðini.

Sambandsflokkurin er einasti flokkur, ið gongur fult og heilt inn fyri ríkisfelagsskapinum. Í komandi árum skulu vit halda fram at styrkja henda týdningarmikla felagsskap fyri at geva føroyingum uppaftur fleiri møguleikar – m.a. á uttanríkispolitiska økinum.

Sambandsflokkurin heldur tryggu kósina. Vel tryggleika, samanhald og menning – vel Sambandsflokkin á fólkatingsvalinum 31. oktober.

Bárður á Steig Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum