26. oktober 2022

Hvar er okkara Plan B?

Sambandsflokkurin hevur gingið á odda fyri at menna og skapa hetta fantastiska samfelag, vit hava í dag - og sum ein sambandslegenda einaferð segði “Enntá við loysingarflokkum uppá sleip”.

Eg legði út við at skriva í mínum hjartamálum at eg vil m.a. nýta fólkatingssessin til at menna okkara samstarv við Grønland enn meiri. Fólkatingssessurin er ein upplagdur møguleiki at betra samstarv og onnur viðurskifti millum Føroyar og Grønland og lyfta tað upp á eitt hægri støði.

Krígsstøðan í heiminum hevur ført við sær eitt moralskt dilemma fyri føroyingar og Føroyar. Vit umsita fiskastovnar saman við russarum – men er tað ein altavgerandi orsøk fyri, at vit framhaldandi samstarva við Putin og hansara regime - Og góðtekur umheimurin tað?

Nú fleiri røddir rópa slít við Russland, mugu vit umhugsa støðuna gjølla – hvat gera vit?

Um illa vil til og vit noyðast at slíta fiskivinnusamstarvið við russarar, so verða avleiðingar fyri føroysk skip og manningar ógvusligar og í síðsta enda fer hetta at ávirka allar Føroyar!

Tað er ikki skynsamt at siga, at toskaveiðan í Barenthavinum bara kann umleggjast til uppsjóvarveiðu, so hesi skip kunnu fiska í føroysku økjunum, tá russarar ikki longur eru til staðar. Hettar hevði verið bæði tíðarkrevjandi og kostnaðarmikið, samstundis sum okkara uppsjóvarfloti hevur ein yvirkapasitet.

Gaman í hava vit eina fiskiveiðuavtalu við Grønland, men eg havi varhugan av hon bert er ein viðfáningur av tí, sum hon kundi verið.

Vit skulu styrkja samstarvið við Grønland, so møguleiki gerst fyri eini góðari og gevandi fiskiveiðuavtalu fyri báðar partar.

Eg rokni við, at summi fara at skíra hetta fyri at ikki vera eitt evni til eitt Fólkatingsval - men eg eri ósamd. Vit hava tendens at hugsa, at fólkatingssessurin einans skal nýtast til at styrkja samstarvið við Danmark. Í mínum optikki, so skulu vit hugsa allan ríkisfelagsskapin inn, tá vit umtala hann - altso, Danmark, Føroyar OG Grønland. Hetta meti eg eisini vera kærkomið fyri Barentshavsflotan í hesum ótryggu tíðum.

Ein fiskiveiðuavtala millum Grønland og Føroyar skal sjálvandi takast í Føroyum og Grønlandi. Men hugtakið um fólkatingssessin eigur at fevna um allan ríkisfelagsskapin.

Er tað ikki upplagt, at vit í hesum ótryggu tíðum hugsa um styrkina, vit hava saman  í ríkisfelagsskapinum?

Útyvir at skapa betri møguleikar fyri trivnað, menning og framgongd fyri allar føroyingar og fyritøkur í Føroyum, ætli eg mær at brúka mína ávirkan í Fólkatinginum at menna samskifti millum Føroyar og Grønland, tí vit gloyma ov ofta at hugsa Grønland inn í líkningina. Eg vil vera eitt bindilið, sum fevnir um allar partar í ríkisfelagsskapinum og sum styrkir um samstarvið - alt samstarvið.

X við Eyðdis Hartmann Niclasen

valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsval 2022