23. oktober 2022

Ríkisfelagsskapurin skal varðveitast, styrkjast og mennast

Sambandsflokkurin er einasti flokkur, sum fult og heilt gongur inn fyri ríkisfelagsskapinum, aðrir flokkar eru sera lunkaðir hesum viðvíkjandi.

Vit í Sambandsflokkinum ynskja eina greiða, sterka og semjusøkjandi føroyska rødd á fólkating, til gagn fyri alt Føroya fólk, bæði úti og heima.

Framhaldandi modernisering av ríkisfelagsskapinum

Sambandsflokkurin vil hava modernisering og menning av felagsskapinum.  

Vit skulu samstarva, útvikla og byggja upp - ikki avvikla og bróta niður.

Nøkur av mongu hjartamálunum

- Styrkja og menna útbúgvingarmøguleikar og sosial rættindi

- Tryggja framhaldandi SU til okkara ungu, bæði í Danmark og øðrum londum

- Áhaldandi styrkja sambandi millum ung í rikisfelagsskapinum

- Styrkja og menna heilsusamstarvið millum Føroyar og Danmark

- Arbeiða fyri at beina burtur markaforðingar

- Arbeiða fyri, at føroyska og danska løgreglan skulu javnsetast

Vel tað trygga - vel menning - vel Sambandsflokkin!

Edva Jacobsen

valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið