21. oktober 2022

Sambandsflokkurin vil ríkisfelagsskapin

Sambandsflokkurin er einasti politiski flokkur í Føroyum, sum heilt og fult gongur inn fyri ríkisfelagsskapinum í dag.

Sambandsflokkurin vil varðveita ríkisfelagsskapin, dagføra og útvikla hann - eingin ivi um tað.

Tað er væl kent, at Føroyar og føroyingar standa seg best í tøttum samstarvi í ríkisfelagsskapinum. Ríkisfelagsskapurin er fullur av góðum og spennandi møguleikum fyri okkum føroyingar. Fyrimunirnir eru tí eisini nógvir.

Sambandsflokkurin veit væl, at einki stendur í stað og broytingar og tillagingar eiga at gerast. Hetta er eisini galdandi fyri ríkisfelagsskapin, og Sambandsflokkurin hevur viljan og førleikan at gera nakað við hetta og er eisini fúsur til tað.

Sambandsflokkurin er flokkurin, ið kann flyta Føroyar longur fram á leið í einum góðum og tryggum ríkisfelagsskapi.

Sambandsflokkurin vil útvikla ríkisfelagsskapin og ikki avvikla hann. Sambandsflokkurin vil javnt og samt - og í góðum samstarvi við donsku politisku myndugleikarnar - virka fyri, at ríkisfelagsskapurin er og verður lagaður til nútíðina, soleiðis at hann altíð verður dagførdur til dagsins veruleika og avbjóðingar.

Útvikling - og ikki avvikling

Flokkar, sum ikki ganga fult og heilt inn fyri ríkisfelagsskapinum og teir, sum ikki vilja vita av ríkisfelagsskapinum, men ynskja hann har, sum pipari grør, tað verða ikki teir flokkarnir, sum koma at útvikla ríkisfelagsskapin. Tað er eyðsæð. Hinvegin, so koma hesir flokkarnir at arbeiða við at avvikla ríkisfelagsskapin - summir skjótari enn aðrir.

Seinastu árini hava vit eisini verið vitni til ein sokallaðan konfrontatiónspolitikk, móti ríkisfelagsskapinum. Hesin politikkur skaðar ríkisfelagsskapin, og hesum vil Sambandsflokkurin støðga.

Valið er einfalt

Tí er fólkatingsvalið rættiliga einfalt:

- Ynskir tú útvikling av ríkisfelagsskapinum, so vel Sambandsflokkin

- Ynskir tú avvikling av ríkisfelagsskapinum, so vel ein av hinum politisku flokkunum

Sambandsflokkurin ynskir og vil ríkisfelagsskapin!

Um eg verði valdur 31. oktober, so taki eg sæti á Fólkatingi, beinanvegin!

Ein atkvøða til Sambandsflokkin - hon fer væl!

Magnus Rasmussen

valevni hjá Sambandsflokkinum til Fólkatingið