16. oktober 2022

Samanhangandi viðgerðartrygd í Ríkisfelagsskapinum

Ein persónlig sjúkrasøga er oftani sera kompleks, har ein útgreining og viðgerð tekur langa tíð og umfatar oftani fleiri diagnosur.

Harumframt eru tað ymiskar útgreiningar, ymiskar viðgerðir, ymiskir serlæknar, ymiskar tænastur, og tí hevur tryggleiki fyri sjúklingin og familjuna, tá sjúka rakar, alt at siga.

Viðgerðin kann eisini ofta verða, bæði í Danmark og Føroyum.

Eg ætli mær, um eg blívi valdur á Fólkating, at varpa ljós á eina samanhangandi viðgerðartrygd í Ríkisfelagsskapinum.

Ein nýggj heilsutrygdarskipan skal lofta og forða fyri, at ongir sjúklingar detta niður ímillum tvey lond ella tvær heilsuskipanir.

Set X við

Kaj Leo Holm Johannesen
valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið