27. februar 2020

Nei til brúkaragjald til pensjónistar

Býráðsmeirilutin í Tórshavnar Kommunu vil áleggja pensjónistum ella eldri fólkum brúkaragjald til reingerð upp á 170 kr., hvørja ferð fólk gera reint fyri tey.

Hetta verður gjørt sjálvt um kommunan hevur yvir 50 mió. kr. í meirinntøkum fyri 2019.

Vit hava eina fíggjarætlan, sum javnvigar við yvir einari milliard krónum, og tað resta líka yvir tríhundrað túsund krónur í fyri, at vit hava eina reingerðatænastu til okkara pensjónistar, sum ikki kemur at kosta teimum nakað.

Vit skulu hava ein yvirskipaðan politikk fyri brúkaragjøld, hvar og hvør skal gjalda brúkaragjøld.

Hví skal t.d. ein pensjónistur í Tórshavnar Kommunu rinda fyri tænastu, tá vit hava fult av ferðafólki, sum brúka skattafíggjaðu Bussleiðina, uttan at rinda fyri tað? Er tað rímuligt mótvegis okkara pensjónistum, sum hava lagt lunnar undir okkara vælferðasamfelag.

Sjálvandi skal tað verða álagt ferðafólki at keypa eitt dagskort, sum gevur teimum atgongd til skattafíggjaðar tænastur í kommuni, soleiðis sum tað er runt alla verðina.

At áseta brúkaragjøld til pensjónistar fyri tænastu, vendir sosialt skeivt, tá onnur, sum ikki rinda skatt ella búgva í landinum ikki skulu rinda fyri skattafíggjaðar tænastur.

Borgarakort til tey, sum búgva í kommununi og onnur kunna so keypa dagskort, vikukort ella mánaðarkort, sum gevur atgongd til skattafíggjaðar tænastur.

Tað er mín vón, at vit finna 300.000 kr. á býráðsfundi í kvøld og har taka eitt felags tak, sum vendir sosialt rætt - tað hevði gagnað okkara kommunu og eldru borgarum.

Hesum vil eg gera alt fyri at fáa politiska undirtøku fyri.

Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu