31. januar 2020

Vit stóðu saman, tá á stóð

Eg fegnist um, at tað eydnaðis øllum flokkunum í Tórshavnar Býráð at standa saman um, hvussu vit fara fram í málinum um møguliga samanlegging í millum KOB og IRF.

Vit hava funnið ein felags leist, hvussu vit arbeiða víðari herfrá, so vit øll hava eitt gott fakligt og sakligt grundarlag at taka støðu út frá.

Tí fegnaðist eg, tá borgarstjórn legði niðanfyristandandi fram, sum allir flokkar stóðu saman um:

1. At seta arbeiðsbólk at lýsa fíggjarligar fyrimunir og vansar fyri Tórshavnar kommunu at gera eina felags brennistøð, ella um vit framhaldandi skulu hava tvær brennistøðir. Kannast skal eisini, hvørjir orku- og umhvørvisligir fyrimunir og vansar eru við einari ella tveimum brennistøðum

2. Arbeiðsbólkurin skal verða mannaður av uttanhýsis serkønum innan fíggjarviðurskifti, verkfrøði og orku/umhvørvi

3. Arbeiðsbólkurin skal gera eina búskaparliga frágreiðing og greining av, hvussu framtíðin sær út í Tórshavnar kommunu við atliti at brenning, burturbeining og framtíðar skiljing av ruski, tá vit skulu verða meira burðardygg á tí grønu leiðini. Somuleiðis verður at kanna, hvat tað kostar at byggja nýggjan ovn afturat verandi ovni á Sandvíkarhjalla

4. Arbeiðsbólkurin skal gera eina tørvsmetning av, hvat ið krevst av plássi, stødd á brennistøð og hvørjir matr. á Hjalla eru tøkir til møguligt økt virksemi á økinum eitt nú høll til at skilja, brennistøð o.a.

5. Politiskur fylgibólkur umboðandi allar flokkar í býráðnum verður settur til tess at fylgja arbeiðinum

Nú taka vit tað tíð tað tekur at fáa lýst og greina omanfyristandandi, so vit hava sama útgangstøðið at fara víðari við.

Allir flokkar stóðu saman, tá á stóð fyri at finna tað bestu loysnina fyri okkara kommunu.

Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu