24. apríl 2020

Hví kemur aling á landi IKKI víðari?

Tað eru nú 40 ár síðan, at aling byrjaði í Føroyum, og tað er bæði nógvir sjógvur og vatn runnið síðan fyrsti aliringurin kom til Føroya. Hetta er blivið mestsum ein serføroysk sólskinssøga, og serfrøði í Føroyum. Vit hava Norra og Chile, sum vit renna um kapp við, og har vit eru heilt væl við.

Fyri 40 árum síðan varð nógv sett í váða vinnuliga, og tað hevur kastað væl av sær. Hóast í fleiri umførum hevur verið baldrut við sjúkum og øðrum trupulleikum hava føroyingar gingið undan og framleitt laks, so eru vit framvegis við í fremstu røð. Men tøknin og fakið sjálvt hevur ment seg ómetaliga nógv, har vit eisini eiga sera góða gransking, sum hevur verið við til at stimbra vinnuna so sterka, burðardygga og sjálvstøðuga, sum vit kenna hana í dag.

Men, vit mugu halda fram við menningini!

Tað er sera umráðandi, at vit ikki steðga menningini og stagnera, hóast vit eru væl við innan aling. Tað er júst tað, sum hevur fingið okkum á ovastu rók. Innandura alistøðir verða nú gjørdar í nógvum londum. Nevnast kunnu Norra, Danmark, USA, Kina og fleiri onnur lond. Hetta fær kappingarførið upp á eitt hægri stig, men vit kunnu væl melda okkum upp í kappingina.                  

Laksurin hevur havt nógv at týða tey seinastu góðu árini. Útflutningsvirðið í 2019 kom upp á 9 mia. kr., og har vóru 4 mia. kr. frá alivinnuni. Føroyar eru tí millum fremstu tjóðir, tá talan er um aling og prísir av aldum laksi.

Í løtuni eru nógvar smoltstøðir og lívfiskastøðir lagdar út kring landi, og nøkur alifeløg eru longu farin undir aling á landi. Talan er ikki um fulla aling og laksurin skal á sjógv áðrenn slátur.

Mær vitandi vantar at gera eina kunngerð frá landsstýrinum, sum ásetur og skipar tey øki í Føroyum, har aling á landi kann fara fram - hetta má gerast sum skjótast. Tað eigur í hesum sambandi at takast hædd fyri lívfrøðiligari burðardygd og ósemjum í mun til aðrar alivinnur.

Tíðin er komin, at vit nú seta gongd á meira aling á landi - og skipa hesa aling lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygt.

Fleiri aktørar, bæði nýggir og núvirkandi, hava víst áhuga, og teir vilja fegnir ganga á odda og gera stórar íløgur í aling á landi. Teir eru eisini undangongumenn, sum royna at gera alt vistfrøðiligari og grønari, har bæði skarn og annað verður endurnýtt fleiri ferðir.

Eg meti, at nú er tíðin búgvin at vit fara eitt fet víðari í alivinnuni, so umsóknir kunnu sendast inn skjótast gjørligt.

Jaspur Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin