07. oktober 2022

Føroyar verða mitt í arktiska meldrinum

Veðurlagsbroytingar í Arktis hava havt við sær, at ísurin er nógv minkaður, og tað hevur skapt møguleikar fyri nýggjum siglingarleiðum, serliga um summarið. Hetta hevur gjørt Føroyar meira áhugaverdar fyri heimsins stórveldi, tí nógv skipaferðsla kemur hendavegin.

Stórar avbjóðingar fylgja við nýggju siglingarleiðunum. Ein avbjóðing er, at økið er illa uppmerkt á kortum, tí so hvørt sum ísurin bráðnar koma nýggjar oyggjar undan, sum eingin visti um frammanundan. Hetta setur stór krøv til tilbúgvingina um okkara leiðir.

Eisini liggur ein avbjóðing í, at hernaðarliga virksemið í økinum veksur nógv. Og heilt uppat hesum meldrinum av vaksandi skipaferðslu og øktum hernaðarligum virksemi liggja Føroyar.

Tað hevur sera stóran týdning, at áhugamálini hjá Føroyum verða hoyrd og tikin við í samlaða arktiska politikkin hjá danska ríkinum. Millum annað hetta skulu vit brúka fólkatingssessirnar til.

Í Sambandsflokkinum eru vit ikki í iva um, at semjusøkjandi samstarv er tað sum gevur bestu úrslitini.

Helgi Abrahamsen, valevni hjá Sambandsflokkinum til fólkatingsvalið