06. oktober 2022

Edmund Joensen á røðarapallinum eina seinastu ferð

Edmund Joensen varð fyrstu ferð valdur á Fólkating í 1994 og hevur umboðað Sambandsflokkin á Fólkating í 11 ár tilsamans. Í kvøld var hann á fólkatingsins røðarapalli fyri seinastu ferð.

Á Fólkatingi hevur Edmund tikið sín sess í størsta álvara og hevur stríðst fyri føroyskum áhugamálum - og avrikslistin er langur. Stuðul til havgransking í økinum kring Føroyar, norðuratlantisk filmspulja og nýggjur Sóljubussur eru bert summi av avrikunum hjá Edmundi hesa fólkatingssetanina. Eisini varð avtalan um nýtt føroyskt fongsul og fleirársavtalan fyri løgregluna gjørd í tøttum samstarvi millum føroysku flokkarnar á Fólkatingi.

Í mai í ár boðaði Edmund frá, at hann ikki stillaði upp aftur eftir 34 ár á politiska vígvøllinum og sum umboð fyri Sambandsflokkin.

Edmund - takk fyri títt megnar arbeiði. Bæði á Fólkatingi, men so sanniliga eisini her í Føroyum, sum okkara formaður og landsins løgmaður 💙